Fótbóltur

Bayern og Barca víðari uttan trupulleikar

Bayern München og FC Barcelona eru til reiðar til fjórðingsfinaluna í Chamions League har tey hittast.

Toppskjúttin í Champions League, Robert Lewandowski, skoraði tvey mál fyri Bayern í kvøld. (Mynd: EPA)

Toppskjúttin í Champions League, Robert Lewandowski, skoraði tvey mál fyri Bayern í kvøld. (Mynd: EPA)

2020-08-08 22:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tær báðar seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League vóru leiktar í kvøld.

Á Camp Nou tók FC Barcelona ímóti Napoli. Útgangsstøði hjá Barcelona var gott, eftir at fyrri dysturin í Italia endaði 1-1.

Napoli byrjaði dystin væl teir fyrstu minuttirnar, men longu eftir tíggju minuttir var støðan 1-0 til Barclona. Tað var Clement Lenglet, ið legði heimaliði á odda, tá hann stútaði bóltin í netið eftir hornaspark.

Tá 23 minuttir vóru leiktir økti Lionel Messi til 2-0 eftir gott einmans avrik. Í yvirtíðini fingu liðini hvør sítt mál uppá brotsspark. Fyrst økti Luis Suarez til 3-0, áðrenn Lorenzo Insigne minkaði um munin til 3-1.

Harvið var dysturin mestsum avgjørdur tá seinni hálvleikur fór ígongd. Tað sást eisini á spælinum í seinna hálvleiki, ið var leiktur í nógv lægri leikferð og uttan teir stóru málmøguleikarnar. Tað komu heldur ikki fleiri mál í seinni hálvleiki.

Í München tók Bayern München ímóti Chelsea. Uppgávan hjá Chelsea var undan dystinum nærum ómøgulig, eftir at Bayern vann fyrra dystin 3-0 í London.

Bayern vann eisini seinna dystin við trimum málum. Týskararnir sendu Chelsea til hús við einum 4-1 tapið. Tað var Rober Lewandowski, sum legði Bayern á odda við brotssparki tá tíggju minuttir vóru leiktir. Eitt lítið korter seinni økti Ivan Perisic til 2-0. Chelsea minkaði um munin beit fyri steðgin, tá Tammy Abraham skoraði.

Í seinna hálvleiki skoraði Bayern tvey mál afturat. Fyrst var tað Corentin Tolisso, sum skoraði til 3-1 tá 76 minuttir vóru leiktir, áðrenn Robert Lewandowski skoraði sítt annað mál í dystinum og trettanda mál í kappingini tá hann skoraði til 4-1 seks minuttir fyri tíð.

Bayern og Barcelona eru harvið til reiðar til fjórðingsfinaluna har tey hittast í einari spennandi uppgerð.

Restina av kappingini verður leikt í Portugal, har liðini bert møtast í einum dysti í fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni og ikki í tveimum dystum sum vanligt.

Í komandi viku vera fjórðingsfinalurnar leiktar. Tá eru dystirnir hesir:

Mikudagin 12.08

Atalanta – PSG

Hósdagin 13.08

RB Leipzig – Atletico Madrid

Fríggjadagin 14.08

Manchester City – Lyon

Leygardagin 15.08

FC Barcelona – Bayern München

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder