
Champions League 2020/2021 er farið í gongd, tú uttan at nakað føroyskt lið hevur verið á vøllinum enn, men ikki fyrrenn í kvøld kemur kappingin fyri 2019/2020 at enda.
Tað er í Portugal, at fjórðings- og hálvfinalurnar eru leiktar seinastu dagarnar, og kvøld er finalan á skránni á Lissabon. Á Estadio de Luz, ið er heimavøllurin hjá Benfica, skulu Bayern Munchen og PSG dystast um steypið við teimum stóru oyrunum.
Stórfelagið úr Suðurtýsklandi hevur tíggju ferðir verið í finaluni í størstu kappingini fyri lið í heiminum, sum fram til 1992 var Europa Cup fyri meistaralið og síðani hevur borið navnið Champions League. Helmingin av hesum tíggju finalunum eru endaðar við sigri til Bayern: Tríggjar ferðir á rað í sjeyti-árunum (1974-1976) og tvær ferðir í Champions League-tíðini.
Seinast var í 2013, tá tað var ein rein týsk finala, og Bayern vann 2-1 á Dortmund. Tað er eisini seinast, at ein finala í Champions League er leikt uttan eitt enkst ella spanskt felag. Í ár hevur liðið hjá Hansi Flick verið suverent í kappingini við tíggju sigrum útav tíggju gjørligum. Mest merkisverdur var sigurin á Barcelona í fjórðingsfinalunum. Fimm dagar eftir 8-2 sigurin gjørdi Bayern av við Lyon, ið hevði sligið Juventus og Manchester City út.
Mbappe og Neymar skulu royna at geva Bayern-verjupartinum høvuðbrýggj í kvøld (Mynd: EPA)
PSG endaði langt frammanfyri Lyon í fronsku kappingini, men meira týdningarmikið fyri felagið er, at tað endliga eydnaðist at koma allan vegin í Champions League. Ein rúgva av peningini eru spýttir í seinastu mongu árini, nógv stór nøvn eru/hava verið í felagnum, men PSG er seinastu árini á dramatiskan hátt sent úr kappingini tíðliga. Nú standa Neymar, Mbappe, Di Maria og co. í finaluni, har liðið er undirtippað, men har alt kann handa. Týski venjarin Thomas Tuchel hevur ført sítt lið framvið Atalanta og Leipzig í Portugal.
Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 20.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald