Nicklas Bendtner hevur funnið eitt nýtt felag. Hetta kundi Ekstrablaðið avdúkað í gjár.
Síðst 32-ára gamli áleyparin spældi ein fótbóltsdyst var 10. november í fjør, tá hann spældi fyri FCK móti FC Midtjylland. Sáttmálin við stórfelagið varð ikki longdur, og ivasamt hevur verið, um Bendtner yvirhøvur fór at spæla.
Eftir at hava hildið seg í gongd við við sjálvsvenjing í 2020, byrjar hann nú aftur - á ein hátt. Maðurin við 81 landsdystum og 30 málum, umframt væl yvir 100 dystum í Premier League, einum hattrikki í Champions League, og uppihaldum í millum annað Arsenal, Juventus og Wolfsburg á baki, skal nú spæla við Old Boys-liði hjá Tårnby FF.
Nicklas Bendtner hevur meldað seg inn í barndómsfelagið á Vestamager aftur, og skal spæla í bestu M+32 í økinum. Hann spældi við felagnum, áðrenn hann skifti til KB (ungdómsdeildina hjá FCK) inni á Frederiksberg. Harvið skal Bendtner spæla saman við fleiri av bardómsvinunum, ið hann fyrr hevur spælt saman við. Og so er spurningurin, um hann tekur stigið upp til yrkisfótbólt aftur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald