Fótbóltur

Benzema fekk hat-trick í Chelsea

Fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League eru spældar hetta vikuskiftið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-04-07 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Champions League meistararnir í fjør, enska felagið Chelsea, fekk oyruni í málmaskinuna hjá franska áleyparanum, Kari Benzema, í gjárkvøldið.

Tey eru komin til fjórðingsfinaluumfarið í stóru evropeisku fótbóltskappingini, og í gjárkvøldið høvdu verandi meistararnir Chelsea vitjan av spanska stórfelagnum Real Madrid. Somu feløgini møttust í hálvfinalunum í Champions League í fjør, tá vann Chelsea og vann seinni finaluna móti Manchester City.

Í gjárkvøldið hevði Chelsea ongan kjans – eitt nú takkað verið franska áleyparanum hjá kongaliga spanska felagnum Karim Benzema, sum skjeyt øll trý sponsku málini í 3-1 sigrinum á Stamford Bridge. Sostatt hevur Benzema framt hat-trick í tveimum dystum á rað í Champions League, tí tá franska stórfelagið varð sligið út úr kappingini 9. mars var tað eisini við trimum málum hjá Benzema.

[object Object](Mynd: EPA)

Talan er um fyrru finalurnar – seinnu finalurnar verða spældar í komandi viku.

Um Real Madrid spælir seg víðari, skal spanska felagið møta Manchester City ella grannafelagið Atlético Madrid í hálvfinaluni.

Manchester City vann fyrru fjórðingsfinaluna týskvøldið, 1-0 á heimavølli. Kevin de Bruyne skoraði sigursmálið 20 minuttir fyri leiklok.

Triðja enska felagið í fjórðingsfinalunum, Liverpool, vann týskvøldið á útivølli 3-1 á Benfica í Portugal.

Fjórða fjórðingsfinalan var spæld í Spania millum Villareal og týska stórfelagið Bayern München. Spanska liðið vann 1-0.

Í kvøld eru Europa League og Conferance League á skránni, har tey eisini eru komin til fyrru fjórðingsfinalurnar. Einasta norðurlendska lið, sum framvegis er við í evropeiskari kapping í ár, er norska felagið Bodø/Glimt, sum í kvøld skal spæla á heimavølli í Conferance League móti italska felagnum AS Roma. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder