Fótbóltur

Benzema sendi Real Madrid víðari

PSG var á odda 2-0 samanlagt, tá ein hálvur tími var eftir á Santiago Bernabeu í gjárkvøldið, men aftur hesuferð gekk galið hjá franska felagnum.

34-ára gamli Karim Benzema gjørdist heilt stóra hetjan á Bernabeu í gjárkvøldið. Áleyparin og liðformaðurin gjørdi hattrikk

34-ára gamli Karim Benzema gjørdist heilt stóra hetjan á Bernabeu í gjárkvøldið. Áleyparin og liðformaðurin gjørdi hattrikk

2022-03-10 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At tað er munur á vinnararoyndum í størstu evropeisku kappingini fekst sjón fyri søgn fyri í spanska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið. Gamaní hevði PSG Messi og Neymar á liðnum, ið báðir hava vunnið kappingina við størsta fíggjandanum hjá Real Madrid, og Angel Di Maria, sum vann Champions League við júst Real í 2014, kom eisini á vøllin fyri franska felagið. Eingin av hesum gjørdi tó nakrarn serliga mun -  tað var ein fraklendingur, ið avgjørdi dystin fyri meira sigursvanda felagið.

Tá beint undir eitt korter varð leikt í seinna hálvleiki, bendi annars einki á, at tað var Real Madrid, ið fór at spæla seg víðari. PSG hevði, eins í fyrru uppgerðini, verið omaná í spælinum og vandamikli Kylian Mbappé hevði lagt franska høvuðsstaðarfelagið á odda við einum góðum máli. Hetta var stutt fyri steðgin, og so var 2-0 til PSG samanlagt.

Men so legði Karim Benzema trýst á Gianluigi Donnarumma. Tað var ivamál um áleyparin og liðformaðurin hjá Real gjørdi fríspark móti italska málverjanum, áðrenn hann kroysti hann at gera eitt mistak við bóltinum og síðani skoraði, men eftir VAR varð einki dømt, og so var fest í á Bernabeu. Restina av dystinum var heimaliðið greitt omaná, og serliga síðsta korterið tá Benzema skoraði tvær ferðir afturat. Liðið hjá Pochettino sá út til at vera heilt sligið út, Real spældi ógvuliga væl, vann so at siga allar nærdystirnar, og við 34-ára gamla Benzema á odda kom liðið hjá Ancelotti, ið áður hevur stjórnað PSG, víðari.

Talan varð harvið um enn eitt stórt vónbrot hjá ríka franska stórfelagnum, har heilt stóra málið er at endliga vinna Champions Leaague. Frá einari góðari leiðslu til eitt hjartaskerandi tap, og stóru stjørnurnar - undantikið Mbappé - gjørdu ikki stórvegis skreytir, hóast PSG samanlagt var nakað betri yvir tveir dystir. Pochettino, ið eftir dystin vísti á, at tað avgjørt burdi verið dømt fríspark í samband við 1-1 málið, og at hetta púra broytti uppgerðina, er nú undir stórum trýsti.

Manchester City vann 5-0 í fyrra dystinum fyrra dystin móti Sporting CP, sum var í Lissabon. Í gjár kom einki mál, tá liðini hittust í Manchester. Liðið hjá Guardiola verður, eins og Real Madrid, Liverpool og Bayern, í pottinum tá drigið verður til fjórðingsfinalurnar í næstu viku, eftir at navn er sett á fýra tey síðsu liðini í fjórðingsfinalunum.

Áttandapartsfinalurnar í Champions League 2021/2022
Í gjár - Mikukvøldið 09.03

Manchester City - Sporting CP 0-0 (5-0 samanlagt)
Real Madrid - PSG 3-1 (3-2) 

Týsdagin 08.03

Liverpool -
Inter 0-1 (Samanlagt 2-1)
Bayern München - Salzburg 7-1 (8-2 samanlagt)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder