
Fimm føroyingar vóru á ymsan hátt í gongd í 3. umfari í donsku steypakappingini í dag.
Hillerød Fodbold - AGF 1-2
Adrian Rúnason Justinussen og Poul Kallsberg
AGF er í løtuni oddalið í Superliguni og legði seg eisini á odda tíðliga í Hillerød eftir málmansdropp. Heimaliðið, sum í steypakappingini sleppur at spæla í júst Hillerød - í landskappingini er neyðugt at fara aðrastaðni - kom tó betri inn í dystin og javnaði stutt eftir steðgin. AGF skoraði ikki sigursmálið fyrrenn í 92. minutti.
Poul Kallsberg spældu fyrstu 62 minuttirnar. Talan var um heldur misjavnt avrik hjá honum. Adrian Rúnason Justinussen byrjaði nakað óvæntað á bonkinum. Hann kom inn, tá Poul fór út, men megnaði ikki at avgera dystin.
Aarhus Fremad - Hobro 1-2
Martin Agnarsson
Aarhus Fremad og føroyski vinstribakkin á liðnum eru í einari góðari gongd í næstbestu donsku deildini. Men eftir sjey dysir á rað uttan tap gekk ikki meira. Fremad spardi eisini nakað móti Hobro, sum eisini er í næstbestu deildini. Gestirnir vóru omaná í steypauppgerðin og vunnu 2-1.
Martin Agnarsson er vanliga fastur á vinstra bakki men varð spardur fyrstu 82 minuttirnar í dag. Martin kom inn móti endanum, tá tað var 1-2
Lyngby BK - FCK 0-2
Dan Brimsvík
Dan Brimsvík er í løtuni í venjaratoyminum hjá Lyngby. Føroyingurin er "Head of Coaching" í felagnum og hevur pappírini, sum hinir báðir í fyribils toyminum ikki hava.
Eftir tvær væleydnaðir uppgávir í landskappingini higartil, var størsta uppgávan higartil á skránni í kvøld: FCK. Lyngby helt eisini málið reint í 58. minuttir, men so skoraðu stórfavorittarnir tvær ferðir upp á tólv minuttir. Sum heild eitt fínt avrik hjá oddaliðnum í næstbestu deildini móti stórveldinum.
Dysturin sæst á Viaplay
Thisted FC - FC Frederica 1-2
Føroyski landsliðsmálverjin sær út til at hava, í øllum førum fyribils, vunnið plássið í Frederica. Tættasti kappingarneytin Etienne Green hevði leikbann til í kvøld, av tí at hann fekk reytt kort í seinasta steypaumfari.
Mattias Lamhauge vardi málið fínt, men Fredericia lat eitt mál inn í sigrinum á liðnum úr triðbestu deildini.
Í morgin, hósdagin 25. september, skulu Kolding og Meinhard Egilsson Olsen royna at loysa trupulu uppgávuna móti FC Norðsjælland. Dysturin byjar klokkan 18 og sæst á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald