2018-07-24 23:29

Um nakrir áskoðararnir hjá Besiktas høvdu ætlað sær til dystin millum B36 og Besiktas, so sleppa teir ikki tað.
Liðini hava í felag tikið avgerð um ikki at hava áskoðarapláss til viðhaldsfólk hjá Besiktas. Tað merkir, at turkisku viðhaldsfólkini ikki sleppa inn á leikvallarøkið.
B36 skrivar á heimasíðuni, at bæði feløgini vóna, at hetta verður virt, og vóna ein fair play dyst.
Europa League-dysturin verður hóskvøldið klokkan 19, og verður leiktur á Ovara vølli í Gundadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald