Fótbóltur

Besta kvinnudeildin kemur upp á átta lið

07 Vestur kemur upp í bestu deildina hjá kvinnum.

2021-02-11 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Feløgini leggja meira fyri á kvinnusíðuni nú enn undanfarnu árini. Hetta kappingarárið kemur talið av liðum upp á átta.

Tað er greitt eftir at 07 Vestur í kvøld kunngerð, at kvinnuliðið hjá vágafólkum á fyrsta sinni verður at síggja í Betri deildini.

07 Vestur luttók í 2018 fyrstu ferð við kvinnuliði. Felagið luttók við tveimum fyrstu deildar liðum, og tað eydnaðist so mikið væl, at tær vunnu deildina.

Felagið hevur eina góða blanding av ungum ágrýtnum og eldri royndum leikarum, men ásannar at tað verður neyðugt við styrki aðrastaðni frá.

- Fyrstu tíðina verður møguliga neyðugt at stabilisera Betri-liðið við styrki útifrá, men málið er at felagið við tíðini kann gera seg galdandi í Betri-deildini við lokalum leikarum, sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, við heimasíðuna hjá felagnum.

Trý nýggj lið verða sostatt at síggja í bestu kvinnudeildini í 2021. Víkingur hevur tikið seg burturúr samstarvinum við ÍF og B68, og fer at hava egið lið, meðan felagsliðið AB/B71 eins og 07 Vestur, flytur upp í bestu deildina.

Liðini í Betri deildini kvinnur:

NSÍ
HB
B36
EBS/Skála
Víkingur
AB/B71
07 Vestur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder