2021-10-25 17:55
Fótbóltssamband Føroya er gingið áheitanini hjá B36 á møti at útseta dystirnar hjá felagnum, nú felagið er ógvuliga hart rakt av einum koronatilburði og at seks aðrir leikarar eru settir í sóttharhald.
Í fráboðan til feløgini í dag upplýsir FSF, at útsetti dysturin millum B36 og Víking verður spældur hósdagin 4. november, og at seinasti dysturin, millum NSÍ og B36 verður útsettur í eina viku, og verður spældur sunnudagin 7. november.
Um ikki onnur boð koma, so verða hinir dystirnir í umfar 27 í Betri deildini hjá monnum, leiktir sum ætlað leygardagin 30. oktober, skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald