2023 nærkast, og feløgini í Betrideildini hjá monnum eru í gongd við fyrireikingarnar til næsta kappingarár.
Í vikuni fingu feløgini uppskot til kappingarskrá, sum miðlarnir eisini hava fatur á. Sambært tí byrjar kappingin leygardagin 4. mars og endar leygardagin 28. oktober. Harvið er talan um eitt tíðarskeið á næstan átta mánaðir, har tað tó eru ein summarsteðgur á beint undir fýra vikur - fyri tey seks liðini sum ikki spæla í evropeiskari kapping. Steypafinalan er triðja árið á rað ársins síðsti dystur og skal spælast 4. november.
Fyrsta og síðsta umfar
Tað er tíðliga at fara heilt inn á einstakar dystir, men um skráin heldur sær leggja 07 Vestur og ÍF út fyrsta leygardagin í mars. Fuglfirðingar eru uppflytar - tað er elsta felagið í Føroyum eisini. TB hevur stóra uppgáva beinanvegin: Á útivølli móti tvífaldu føroyameistarunum. Stóri dysturin hendan sunnudagin 5. mars, sum tað sær út nú, verður helst Víkingur - B36.
Í síðsta umfarið spæla liðini, sum endaðu nummar eitt og tvey í ár og spældu í steypafinaluni í Klaksvík. Góð sannlíkindi eru fyri, at FM-steypið verður handað har.
1. umfar:
Leygardagin 04.03: 07 Vestur-ÍF
05.03: KÍ-TB
05.03: HB-B68
05.03: Víkingur-B36
05.03: EB/Streymur-AB
27. og síðsta umfar
28. oktober:
KÍ-Víkingur
EB/Streymur-HB
ÍF-B68
AB-B36
07 Vestur-TB
Summarið
AB og B68 standa til at spæla 27. juli í uppskotinum, men eingin dystur verður 28. og 29. juli. Helst verður tað so, at HB og B36 spæla evropeiskan dyst beint undan ólavsøku - møguliga verður ein evropeiskur dystur í Gundadali 27. juli.
Sum føroyameistari kann evropeiska summarið hjá KÍ gerast langt, og tað tykist mest sannlíkt, at klaksvíkingar og gestir annað árið á rað ikki kunnu fara til Betrideildarfótbólt, tá Summar Festivalur er. Sum nú er stendur KÍ at spæla á Eiði fyrsta vikuskifti í august, men hetta verður møguliga órógvað av Evropa-fótbólti.
Annars standa liðini at spæla á heimavølli, tá stevnur o.a. eru í sínum øki.
Freistin hjá feløgunum at seta ynski fram um at flyta dystir og annars broyta skránna nakað er 2. januar 2023.
Keldur: bolt.fo og in.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald