Fótbóltur

Betrideildin hjá monnum fer í gongd aftur leygardagin

B36 og KÍ skulu leygardagin fáa trý stig í hús - sunnudagin vitjar Víkingur á Tórsvølli, NSÍ í Fuglafirði, og botnbrak verður á Skála.

Umfarið byrjar við at glóðheiti Andrass Johansen og B36 taka ímóti TB á Tòrsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar)

Umfarið byrjar við at glóðheiti Andrass Johansen og B36 taka ímóti TB á Tòrsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-10-15 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsfótbóltur hevur verið á breddanum seinastu tíðina, men nú verður aftur fokus á heimligu kappingini - 24. umfar verður á skránni í vikuskiftinum: 

24. umfar í Betrideildini
Leygardagin 17/10
15.00: B36 - TB
18.30: KÍ - EB/Streymur

Sunnudagin 18/10
15.00: HB - Víkingur
           ÍF - NSÍ

18.00: Skála - AB

Undan umfarinum er størst spenningur um dystin á Skála, sum kann gerast heilt avgerandi fyri hvør fer niður í 1. deild, og hvør fær møguleikan at halda fram í Betrideildini.

Víkingur, ið hevur sjey sigrar á rað, vitjar oddaliðið, og hetta er helst ein av størstu snávingarsteinum hjá HB í seinastu umførunum.

Støðan í Betri deildini

1. HB (58 stig) 22 dystir
2. NSÍ (50 stig) 22 dystir
3. KÍ (48 stig) 20 dystir
4. B36 (46 stig) 21 dystir
5. Víkingur (44 stig) 22 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 23 dystir
8. TB (15 stig) 23 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder