Fótbóltur

Betrideildin í seks tímar leygardagin

Lagt verður út við dysti í Fuglafirði klokkan 15, har oddaliðið vitjar, og fótbóltsdagurin og 11. umfar kemur at enda áleið klokkan 21 við Løkin.

Víkingur og Skála dystast á Skála leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur og Skála dystast á Skála leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-02 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir risastórir favorittar eru leygardagin: Í Klaksvík, í Runavík og á Argjum. Tó er vert at leggja til merkis, at NSÍ hevði stórar trupulleikar á Argjum sunnudagin, og KÍ megnaði í evstu løtu at vinna á TB, tá liðini hittust í 2. umfari. At B36 sjálvdan hevur havt veruligar trupulleikar við AB, at KÍ so at siga altíð vinnur á TB á heimavølli, og at sama søga er galdandi, tá NSÍ tekur ímóti EB/Streymi, ger tó at tað á pappírinum ikki sær út til, at veruligur spenningur verður um útfallið

[object Object]
NSÍ skinklaði sunnudagin, fyri fyrstu ferð í ár, móti einum av niðaru liðunum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er eitt sindur øðrvísi er í hinum báðum dystunum, hóast tað eingin ivi er um, at HB og Víkingur eru favorittar. HB hevur víst veikleikar seinastu umførini, hóast liðið framvegis er oddalið. Tað var nær við at ganga heilt galið á Skála sunnudagin, og HB er framvegis uttan nógvar leikarar.

[object Object]Uros Stojanov og ÍF skulu royna at elva til høvuðbrýggj hjá HB (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF hevur ikki megnað at tikið stig frá nøkrum av teimum ovastu fýra liðunum í ár, men hevur koppað Víkingi og vunnið seg í topp-fýra við at fáa næstan fult stigatal móti liðunum í niðaru hálvu. Nú síggja fuglfirðingar møguleikan at órógva oddaliðið. Víkingur skal royna at blanda seg í evropeiska stríðið aftur, og tí skulu trý stig koma við av Skála. Tað plagar at ganga hjá teimum í ljósabláum, men dystirnir móti liðunum sum ikki í oddinum hava als ikki follið víkingunum lætt í ár. 

Ley. 4. jul. 15:00 ÍF HB
Ley. 4. jul. 17:00 AB B36
Ley. 4. jul. 17:00 SKÁLA Víkingur
Ley. 4. jul. 17:30 TB
Ley. 4. jul. 19:00 NSÍ EB/Streymur

(Talva: fsf.fo)

Støðan: 
1. HB (25 stig) 
2. NSÍ (23 stig)  
3. KÍ (23 stig)
4. B36 (22 stig) 
5. ÍF (16 stig)
6. Víkingur (14 stig) 
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder