Betuel Hansen hevur sambært FaroeSoccer spælt 223 dystir fyri barndómsfelagið, og nú hevur 27-ára gamli sentrali miðvallarin skrivað undir ein nýggjan 3-ára sáttmála.
Hesum boðar NSÍ frá á heimasíðu sínari. Hetta merkir, at verjukendi spælarin miðvallarin í øllum førum verður at síggja í gulum fram til endan av kappingarárinum í 2027.
Betuel er ein royndur spælari, sum vann steypakappinga við NSÍ í 2017. Runavíkingurin er umráðandi fyri liðið og fór niður við í 1. deild eftir niðurflytingina í 2022. Hann hevur spælt í øllum dystunum hjá NSÍ í ár.
Sum ungdómsspælari var Betuel Hansen nøkur ár í Silkeborg í Danmark. Hann hevur eina rúgvu av ungdómslandsdystum, millum annað 15 U21-dystir, men enn ongan á A-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald