Annað

Biðja um frið til at venja

Ríðibreytin við Marknagil verður brúkt til gongu- og rennitúrar - eisini meðan reiðfólk venja. Nú heitir Føroya Ríðingarfelag um at halda seg við síðuna av breytini.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-19 16:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Einki fremmandafólk rennir túr á Tórsvølli, tá fótbóltslandsliðið venur, eingin súklar á Tórsbreyt tá frælsur ítróttur venur spjótkast og eingin gongur túr við hundinum, á Sandvíkum tá Byrsumúli venur. Sjálvandi ikki, tí hetta er bæði órógvandi og í onkrum førum eisini vandamikið.

- Men á ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag við Marknagil, verður alt hetta gjørt, eisini meðan reiðfólk venja, sigur Ríðingarfelagið í dagføring á Facebook.

Kappríðingarbreytin er stongd til 29. august.

- Vit unna vanliga væl bæði fólkum, hundum og súklum at ferðast eftir breytini. Men frá nú av og til heystkappríðingin er av, síðsta vikuskiftið í august, er ríðibreytin, sum felagið sjálvt hevur goldið og ið liggur á økið vit gjalda leigu fyri, stongd fyri øðrum enn reiðfólkið, sigur felagið.

- Ikki tí vit ikki vilja hava fólk eftir breytini, men av tí at hetta er beinleiðis vandamikið, bæði fyri ross, reiðfólk og sjálvandi eisini tey sum fara inn á breytina.

- Breytin ið er okkara Tórsvøllur, er væl hegnað av við elhegnið, og vera fólk biðin um at ganga sunnanfyri breytina, tað er tí meðna Berghestar eru, sigur Føroya Ríðingarfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder