NSÍ hevur í vikuni boðað frá, at Bill McLeod Jacobsen er komin inn í felagið. 46-ára gamli klaksvíkingurin, ið hevur hægsta venjaraprógvið frá UEFA, skal virka í venjaratoyminum í felagnum, har hann kemur at hava ábyrgd av leikaramenningini, og sum høvuðsungdómsvenjari í tøttum samstarvi við Christian Høgna Jacobsen, Rúna Rasmussen, Jónstein Petersen og Jákup Mortensen. Umframt hetta skal Bill vera venjari hjá 1. deildarliðnum hjá NSÍ.
- Bill kemur við sínum nógvum royndum at styrkja um felagið og fer at leggja orku og arbeiði í menningina av okkara ungu leikaranum. Hansara arbeiði verður í mesta mun yvirgangs fasan ímillum ungdóm og vaksnamannafótbólt. Bill kemur at venja 1. deild hjá NSÍ og fer at arbeiða tætt saman við alt venjaratoymið í felagnum, soleiðis at okkara ungu evnaríku leikararnir fáa best hugsandi umstøður at mennast enn meira.
Bill og formaðurin hjá NSÍ, Dánial Hansen (Mynd: NSÍ)
Bill McLeod Jacobsen var í 2020 høvuðsvenjari hjá Skála fram til og við 31. juli, tá samstarvið endaði. Frammanundan hesum hevur Bill verið venjari hjá millum annað B68, vant ungdóm hjá HB og frá byrjanini í 2017 til endan av 2016 stóð hann á odda fyri U21-landsliðnum
NSÍ skrivar, at ynski er at uppraðfesta góða arbeiði í felagnum, og á hendan hátt styrkja felagið enn meira, og skapa betri karmar í felagsskapinum. Hesum skal Bill McLeod Jacobsen so hjálpa við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald