
Vit taka neyvan munnin ov fullan við at siga, at klaksvíkingar verða ringir at taka, nú fáir dystir eru eftir í føroyameistarakappingini í billard fyri lið.
Klaksvíkar Billardfelag 1 við Ólavi Kjølbro og Urbanus Olsen liggur í løtuni við sínum 46 stigum heili 11 stig framman fyri Havnar Billardfelag 1 við 35 stigum, sum tó hevur spælt eitt umfar minni. Á triðja plássi liggur Tvøroyrar Billardfelag 1 við 33 stigum, men einum umfari meira enn havnarliðið. Síðani er langt niður til hini feløgini - Billardfelag Fuglafjarðar við 23 stigum, Klaksvíkar Billardfelag 2 við 21 stigum og Skálafjarðar Billardfelag við 18 stigum øll liðið við einum umfari færri.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er verandi føroyameistarin fyri staklingar, Ólavur Kjølbro, sum hálar flestu stigini heim til Klaksvíkina. Makkarin, Urbanus Olsen, er tó væl og virðiliga við til at tryggja Klaksvíkini enn eitt gull í billard.
Hóast Havnar Billardfelag liggur á einum øðrum plássi og hevur eitt spæliumfar minni, so skal veruliga nógv til fyri at taka klaksvíkingar aftur.
Hyggja vit eftir samlaðu eygunum fyri allar dystir, so liggur Klaksvíkar Billardfelag 1 eisini greitt á odda við 27,04 eygum í miðal. Nr. 2 er Havnar Billardfelag 1 við 24,64 eygum, og nr. 3 er Billardfelag Fuglafjarðar 1 við 22,45 eygum.
Hyggja vit eftir hvørjum spæli sær, so er sera tætt millum tær báðar billardkempurnar, Ólav Kjølbro og Páll Hera Nolsøe. Her hevur Páll Heri munin í stigum, meðan Ólavur hevur munin í eygum, tó at teir eru ómetaliga javnir. Páll Heri hevur 28 stig og Ólavur 27 stig. Hvat eygunum viðvíkur hevur Ólavur 32,95 og Páll Heri 32, 69 í meðal. Sum nr. 3 liggur Bjarni Skaalum við 26.40 eygum. Hann hevur spælt fyri Billardfelag Fuglafjarðar í nøkrum av dystunum. Bjarni gjørdist føroyameistari í billard fyri nógvum árum síðani, og er nú aftur so smátt við at blanda seg millum teir fremstu.
Besta einstaka umfarið í FM kappingini eigur Páll Heri Nolsøe við 286 eygum.
Í 2. deild liggja liðini hjá Havnar Billardfelag á 1. og 2. plássi, við ávikavist 52 og 44 stigum, meðan Tvøroyrar Billardfelag 2 er nr. 3 við 43 stigum.
Í 3. deild verða semifinalur spældar í næstum. Í aðrari spæla tvey av liðunum hjá Fuglafirði og í hinari møtast Tvøroyri og Havnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald