Fótbóltur

Birita og Kára: Stórt at umboða Føroyar

Seinnapartin sunnudagin vandi A-landsliðið við kvinnum á Tórsvølli, og áðrenn tær av álvara fóru í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-20 23:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF Varpið: A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í løtuni til EM-undankappingardyst ímóti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli týsdagin 22. september, klokkan 17:00.

Seinnapartin sunnudagin varð vant á Tórsvølli, og áðrenn John Petersen, landsliðsvenjari, av álvara tók yvir, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan og Káru Djurhuus, ið báðar fingu sínar fyrstu A-landsliðsminuttir farna fríggjadag, tá Norðurírland var á vitjan.

Í samrøðuni seta tær orð á, hvussu kenslan var at fáa møguleikan at umboða Føroyar, og hvussu tað er, at vera partur av landsliðhópinum.

Landsdysturin millum Føroyar og Hvítarussland kann síggjast beinleiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder