Fótbóltur

Bjarki Nielsen spilti spælið fyri KÍ - javnaði í evstu løtu

1-1 bleiv tað í Klaksvík í kvøld, har KÍ og B36 brustu saman. Leingi bendi á, at klaksvíkingar struku avstað við øllum trimum stigunum, men soleiðis skuldi ikki vera.

Bjarki Nielsen (nummar 7) skjýtir bóltin í netið og javnar til 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarki Nielsen (nummar 7) skjýtir bóltin í netið og javnar til 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-01 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv eitt veruligt brak við Djúpumýru í kvøld. Nógvir samanbrestir og nógv fríspark, men málini blivu ikki so nógv í tali.

Støðan var 0-0 tá liðini fóru til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki var tað sum um, at serliga Árni Frederiksberg hjá KÍ fekk eitt eyka gir, og tað eydnaðist at fáa bóltin inn. Júst Árni Frederiksberg var síðsti maðurin á bóltinum í 58. minutti og legði KÍ á odda.

Leingi bendi á, at klaksvíkingar struku avstað við øllum í kvøld, men soleiðis skuldi ikki vera. Seinastu løtuna royndi útiliðið at trýsta, og í evstu løtu var Bjarki Nielsen bjargingarmaðurin og javnaði fyri B36.

Nøkur sekund aftaná bríkslaði Kári á Høvdanum av, og javnleikurin var veruleiki.

KÍ liggur framvegis øgiliga væl fyri at vinna FM, og hjá B36 kom tað eina stigið væl við í stríðnum um evropamilliónirnar á fjórða plássið.

KÍ - B36 1-1 (0-0)
58’ Árni Frederiksberg 1-0
90’ Bjarki Nielsen 1-1

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 56 stig
2. Víkingur 49 stig
3. HB 43 stig
4. B36 30 stig
5. EB/Streymur 27 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. NSÍ 19 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder