Fótbóltur

Bjarki til B36

Argjamaðurin hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við árstalsfelagið.

Bjarki skal nú umboða B36, sum hann í eina tíð hevur verið settur í samband við (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bjarki skal nú umboða B36, sum hann í eina tíð hevur verið settur í samband við (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-01 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava søgurnar gingið, og nú er tað váttað, at Bjarki Christiansson Nielsen skal spæla fyri B36. Felagið boðar í kvøld frá, at ein tvey-ára sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar.

22-ára gamli kantspælarin, sum er uppvaksin í AB, skal vera við til at fylla holið eftir Árna Frederiksberg, sum hevur skift til KÍ. Sunnukvøldið flutti hann niður við AB, men Bjarki hevði allarhelst skift felag kortini.

- Eitt skifti til just B36 hevur verið í huganum í eina tíð hjá mær. Tað tykist, sum virkar felagsskapurin kring liðið sera góður, og eg gleði meg at verða partur av hópinum.

[object Object]
Magni Vatnhamar Mouritsen saman við nýggjasta leikaranum hjá B36, Bjarka Nielsen (Mynd: B36)

Hetta sigur Bjarki Nielsen við heimasíðuna hjá B36 í kvøld, nú hann hevur heilsað uppá nýggju liðfelagarnar. Bjarki skal í 2021 og 2022 spæla undir Dan Brimsvík.

Argjamaðurin spældi í ár allar 27 dystirnar í Betrideildini fyri barndómsfelagið, har talan gjørdist um sjey mál. Samanlagt hevur Bjarki spælt 85 dystir í fremstu røð, og í 2017 gjørdist hann sum bert 18 ára gamal toppskjútti í 1. deild, tá AB flutti upp. Nú er málið fyrst og fremst at verða fastur partur av liðnum hjá B36, sum endaði nummar fýra í Betrideildini, tapti hálvfinaluna í steyakappingini, og sum harvið ikki skal spæla í evropeiskari kapping næsta ár:

- Persónliga vóni eg, at eg megni at bíta meg fastan í hópin og fáa nógva spælitíð, og so er ætlanin avgjørt eisini, at vit í 2021 aftur vinna okkum rættin til europiskan fótbólt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder