Hondbóltur

Bjarni og Allan spæla fyrstu finaluna um íslendska meistaraheitið í kvøld

Valur er favorittur, hevur vunnið tað mesta higartil í ár og tekur ímóti FH klokkan 20.30. Landsliðsspælararnir, við uppruna í StÍF, jagstra nú gullið.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg skulu royna at hjálpa Føroyum til HM - áðrenn skulu teir fara eftir íslendska gullinum (Mynd: Agnar Prestá)

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg skulu royna at hjálpa Føroyum til HM - áðrenn skulu teir fara eftir íslendska gullinum (Mynd: Agnar Prestá)

2026-04-24 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir royndu í fjør, men tá gekk tað ikki móti einum ungum og svongum Fram-liði. 

Áðrenn hetta kappingarárið varð Valur mett sum stóri favoritturin í íslendskum manshonbólti, og tað hevur liðið við føroysku landsliðsspælarunum livað upp til í ár:

Valur vann grundspælið og hevur syft alla mótsstøðu í endaspælinum higartil: 2-0 í dystum móti HK í fjórðingsfinalunum og 3-0 í hálvfinaludystunum móti KA, gamla felagnum hjá Allani Norðberg: Ógvuliga sannførandi hjá Vali.

[object Object]
Allan Norðberg hevur vunnið European Cup við Vali 

Næstu tíðina skal liðið úr Reykjavík við teimum báðum uppruna StÍF'arunum royna at fáa gullið í hús. Hetta í finaludystum móti FH, sum Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus vunnu meistaraheitið við í 2023.

Fyrsta finalan verður spæld í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð, tá FH vitjar á Hlíðarenda í Reykjavík.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg kunnu fáa stóran leiklut í finalurøðini, ið eins og í Føroyum fevnir um minst tríggjar dystir - i mesta lagi fimm.

Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur gerst íslendskur meistari - sí skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder