Hondbóltur

Bjarta Johansen heiðrað fyri 50 landsdystir

Undan sínum landsdysti nummar 54, fekk royndi strikuspælarin eina gávu. Bjarta Johansen staðfestir, at hon ætlar at gevast aftaná henda undankappingina..

Bjarta Johansen og Andrass Thomsen undan dystinum í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Bjarta Johansen og Andrass Thomsen undan dystinum í gjár (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-03-05 17:54 Author image
Eirikur Fagraberg
placeholder

Bjarta Johansen var heiðrað fyri at hava spælt 50 landsdystir í EM hondbóltsdystum í gjárkvøldið,   royar spældu og vunnu ímóti Portugal við Tjarnir.

Landsdystur nummar 50 hjá Bjartu var í HM-endaspælinum í november í fjør - móti Paraguay - og í gjárkvøldið spældi hon landsdyst nummar 54 tilsamans.

Les eisini: Bjarta Johansen spældi dyst nummar 50 í søguligum sigri

Bjarta Johansen hevur spælt næstflest landsdystir av øllum á kvinnusíðuni. Bert Pernille Brandenborg hevur spælt fleiri - 57 sambært handballstatz.com.

[object Object]
Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg - tær báðar við flest A-landsdystum fyri føroyska kvinnulandsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarta hevur fyri kortum vunnið enn eitt steyp fyri Kyndil. 

Eftir mong ár sum fastur strikuspælari á landsliðnum, fer 32-ára gamla Bjarta Johansen at gevast eftir hesa undankappingini. 

Sí eisini: Bjarta Johansen: - Nú noyðist eg at spæla eitt ár afturat

Bjarta og Føroyar spæla aftur sunnudagin klokkan 17 í Porto. Tá kunnu tær so at siga tryggja HM-plássið. Portalurin og FM1 vera við á ferðini. 

------------------------------------------------

EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)

Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal

Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1

Flest upplegg: Súna K. Hansen (6) - við vunnum brotskøstum

Bjargingar: 
Rakul Wardum 14 
(42 prosent) -Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1 (33 prosent)

Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú

Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig

Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder