– Eg havi saknað at vera í HB, og eg eri glaður fyri at vera aftur. Eg síggi fram til at menna meg enn meira. Eg føli, at tað er her eg kann menna meg til at blíva tann fótbólsspælarin eg gjarna vil, leggur Bjarti afturat. Eg havi bara verið burtur í eitt ár, men nógv er hent her tað tíðina. Alt er lyft upp á eitt hægri støðið, og tað er nakað sum eg gleði meg at vera ein partur av.
Eftir eitt ár á Argjum vendir 19-ára gamli málverjin, Bjarti Vitalis Mørk nøsina heim aftur í Gundadal. Hesum boðaði HB frá í gjár.
Bjarti spældi í HB frá 2015 og til og við 2019, áðrenn hann fór út á Argir at royna seg. Har gjørdist talan um tíggju dystir í Betrideildini, umframt nógvar í 1. deild og so eitt gullheiðursmerki í steypakappingini fyri U21-lið. Bjarti vardi málið hjá AB í 2-1 sigrinum á B36 í finaluni.
Málverjin hevur eisini vunnið nógvar steypakappingar í ungdómsdeildunum hjá HB. Nú skal hann kappast við besta málmanninum í landinum um plássið í málinum hjá greipuvinnarunum.
– Eg gleði meg at arbeiða saman við Teiti aftur. Honum kann eg læra nógv av. Men eg fari sjálvandi at leggja trýst á hann, og taka av møguleikanum tá hann kemur, sigur Bjarti við heimasíðuna hjá HB
Tað snýr seg helst fyrst og fremst um at læra og byggja uppá hjá Bjarta Vitalis Mørk, sum fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá HB sum 17-ára gamal, tá hann spældi og helt málið reint í 25. umfari á Skála. Hann vardi eisini málið hjá HB í 1-0 ósigrinum í Europa Leauge-dystinum í Belfast móti Linfield.
Sum heilt ungur hevur Bjarti spælt við ungdómsliðum hjá KB/FCK í Keypmannahavn. Hann hevur eisini verið á øllum ungdómslandsliðunum til og við U19.
Sáttmálin millum Bjarta og HB er galdandi til kappingarlok 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald