2023-08-08 14:03
Fjepparafelagið hjá KÍ liggur ikki á lætu síðuni tá felagið spælir triðja umfar í Champions League móti Molde á Tórsvølli.
Bláa Bylgjan skipar fyri busstúri til og úr Havn, og atgongumerki fáast til hetta á atgongumerki.fo.
Í Bowlinghøllini á Hálsi verður hitað upp frá klokkan 16, og har verður møguleiki fyri andlitsmáling og har verður eisini sangur og hugni.
Sum skilst verður Bláa Bylgjan væl mannað við trummum og trompetum til dystin.
Tað verður næstan útselt á Tórsvølli, har pláss er fyri næstan 5000 fólkum. KÍ boðar seinnapartin frá, at bara 500 atgongumerki eru eftir.
Dysturin millum KÍ og Molde byrjar klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald