Hondbóltur

Bláa kortið til Marjuna Danberg tikið aftur

Harvið verður lyklaleikarin hjá Neistanum við, tá seinna hálvfinalan millum Neistan og Kyndil verður leikt leygardag. Dómararnir og eygleiðarin í fyrru hálvfinaluna viðgjørdi støðuna umaftur.

Marjun Danberg í skotroynd í hálvfinaluni, ið endaði við, at hon rakti ein kyndilsleikara í høvdið í samband við eitt fríkast (Mynd: Sverri Egholm)

Marjun Danberg í skotroynd í hálvfinaluni, ið endaði við, at hon rakti ein kyndilsleikara í høvdið í samband við eitt fríkast (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-09 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við dystarlok í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini sunnudagin millum Neistan og Kyndil, fekk Marjun Danberg blátt kort fyri at raka ein kyndilsleikara í andlitið í samband við fríkast, eftir at tíðin var farin. Tað vil siga, at hon skuldi hava leikbann til í øllum førum seinnu hálvfinaluna.

Men eftir at dómararnir, saman við Dánjali Samuelsen ið var eygleiðari til dystin, hava viðgjørt støðuna aftur, er greitt, at bláa kortið verður tikið aftur og sostatt ikki beint víðari til aganevndina.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Tað var Dánjal Samuelsen, sum bað dómararnar geva blátt kort, tí støðan beint eftir hendingina var eitt sindur ógreið. Brotið hoyrdi undir spælireglu 8.9, sum snýr seg um, at ein fríkastskjútti rakar ein verjuleikara í høvdið, Í slíkum førum kunnu aðrar umstøður eisini spæla inn - til dømis hevnisøka ella tilvitað atgerð - og orsakað av ógreiðu støðuni metti Dánjal Samuelsen, at best var at geva blátt koyrt - hetta fyri at tryggja, at tað var møguligt at nýta annan regul enn 8:9e, um talan til dømis var um hevnisøka ella tilvitaða atgerð. 

[object Object]
Dánjal Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)

Blá kort kunnu trekkjast aftur, og í hesum førum var brotið mett at hoyra undir spælireglu 8:9e, sum skal geva reytt kort, ikki blátt, skrivar hsf.fo.

Hetta kann fáa stóran týdning fyri, hvør kemur í steypafinaluna. Marjun Danberg er ein lyklaleikari í álop og verju hjá Neistanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder