Fótbóltur

Blandaðar kenslur millum Brøndby viðhaldsfólk

Hóast HB viðhaldsfólk iðra seg um at ikki koma longur í evropeiskum fótbólti, so iðra partar í Brøndby-leguni seg um, at tað "einans" endaði 1-0.

Fjeppararnir hjá Brøndby á Tórsvølli, til fyrru uppgerðina. (Mynd: Sverri Egholm)

Fjeppararnir hjá Brøndby á Tórsvølli, til fyrru uppgerðina. (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-31 22:18 Author image
Áron Vest
placeholder

Nú er tað upp til KÍ og Víking at halda føroyska evropaævintýrinum koyrandi. Tíverri fyri fótbóltsføroyar, tapti HB 1-0 á danska Brøndby IF. Hetta var eftir málið frá nýggja Brøndby leikaranum, japanski Sho Fukuda. Sami leikari var kosin til dagsins leikara. 

Hóast Brøndby í størsta mun var omaná í fyrra hálvleiki, við bæði skotum á stong og yvirleggjaran, so vísti HB av álvara sína leikligu dygd og sínar taktisku styrkir. HB megnaði við hesum væl at gangnýta verjufeilir hjá Brøndby. 

- Brøndby var tættari við 2-0 sigur, enn HB var við javnleik
Miðilin, sum vit í dag skrivaðu um her, 3.point.dk, læeggur eftir dystin eina samanumtøku út, har teir siga, at HB ikki høvdu nokk til at skora útjavnandi málið.
Sjálvt um tað á pappírinum var ein tepur sigur, so vóru vit nærri við 2-0 enn mótstøðuliðið var við 1-1, skrivar miðilin í grein síni

Les eisini: - HB fall við æru á Brøndby Stadion

Á sosialu miðlunum hjá Brøndby IF viðhaldsfólki kann lesast, at fjepparar als ikki eru nøgdir við 1-0 sigur á "det lille hold fra Tórshavn" sum liðið í hvassorðaðari viðmerking verður kallað. Fleiri viðmerkingar eru so mikið grovar, at tær ikki verða endurgivnar her. 

- Eitt lið, har ongin fær løn og ongin venur meir enn tríggjar ferðir um vikuna, kann ikki spæla so væl móti Brøndby
Helst er hendan viðmerkingin millum tær grovastu. Ein skal ikki kenna fótbólt serliga væl, fyri at vita betur. Tað er alment kent at leikararnir, umframt venjarar, fáa løn og venja nógv meir enn tríggjar ferðir um vikuna. Í fótbólti, eins og í øðrum ítrótti, er tað ofta so, at tá kenslurnar sita uttaná, tá verður mangt býttisligt sagt. 

Venjarin hjá Brøndby, Frederik Birk, var eiheldur nøgdur við spælið hjá sínum leikarum, hóast hann fegnast um at vera komin víðari til triðja umfar í Conference League. Brøndby skal har spæla móti íslenska Víkingur, har Gunnar Vatnhamar spælur við.


UEFA Europa Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Í kvøld, hósdagin 31. juli
Brøndby - HB 1-0 (1-0)  - Samanlagt 2-1


Rættað klokkan 22:30, eftir at tað varð staðfest, at mótstøðuliðið hjá Brøndby gjørdist íslenska Víkingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder