
Seinnu fjórðingsfinalurnar í næststerkastu evropeisku kappingini vórðu spældar í gjár, og tað gekk ikki friðarliga fyri seg í Rom og í Manchester.
Tað var eisini spenningur í Bilbao og í Frankfurt, men har varð avgjørt eftir 90 minuttum. Atletich Bibalo legði seg á odda beint fyri steðgin, og EM-stjørnan Nico Williams økti í 80. minutti til 2-0 móti Rangers. Hetta gjørdist eisini samanlagda úrslitið í uppgerðini við Glasgow Rangers.
Í Frankfurt skoraði Dominic Solanke hjá Tottenham einasta málið, við brotssparki beint fyri steðgin, og harvið endaði tað 2-1 til enska felagið samanlagt. Totteham sló við hesum vinnararnar frá 2022 út.
Vongurin Nico Williams fekk av álvara eitt altjóða gjøgnumbrot til EM-endaspælið í fjør, sum Spania eisini vann (Mynd: EPA)
Stórt comeback á Old Trafford
Tottenham hevur havt tað ógvuliga trupult í Premier League í ár og fer eftir øllum at døma at enda í niðaru hálvu. Sama søga er hjá einum uppaftur størri enskum felagi, Manchester United, sum nú eisini er í evropeiskari hálvfinalu.
Eftir 2-2 í Fraklandi sendu Manuel Ugarte og Diego Dalot United av álvara á sigurskós í 1. hálvleiki, men so misti heimaliðið takið á dystinum á Old Trafford, og í 71. og 78. minutti skoraði Lyon. Aftur 2-2 og neyðugt við longdari leiktíð.
Har var óskil hjá United, og beint fyri og beint eftir steðgin skoraði Lyon - tað seinna var frá Alexandre Lacazette við brotssparki. Lyon spældi annars í undirtali vegna útvísing í 89. minutti.
2-4 og Ruben Amorim og teir í reyðum sóu ráðaleysur út. Men so varð Harry Maguire fluttur fram í álopi, og United herjaði á. Fyrst minkaði Bruno Fernandes við brotssparki eftir 113 minuttir, og í 120. og 121. minutti sló ávikavist innskifti Kobbie Mainoo og Maguire til við góðum máli. 5-4 og takið fór nærum av Old Trafford. Hóast yvirtal og nógv sløs eitt ótrúligt comeback og kappingarárið livir.
Harry Maguire gjørdist ein hetja í dystinum í gjár
Myndir: EPA
Fyrstu ferð í norskari søgu
Í olympiska leikvøllinum í Rom var eisini stórt drama. Í 93 minuttir var Bodø/Glimt, sum vann heimadystin 2-0, á veg víðari, men í yvirtíðini skoraði Lazio til 2-0 á kvøldinum og 2-2 samanlagt.
Harvið neyðugt verið longdari leiktíð, har Lazio skoraði fyrst, men har Andreas Helmersen síðani javnaði samanlagt aftur.
So skuldi brotssparkskapping til, og har vóru teir í gulum kaldari. Liðformaðurin Patrick Berg, føddur og uppvaksin í Bodø kundi avgerða, men skeyt uppum. Ítaðin gjørdist Nikita Haiken stóra hetjan við hansara bjarging nummar tvey í brotssparkskappingini, og so var norsk fótbóltssøga skrivað.
Bodø/Glimt hevur áður vunnið á AS Roma í Conference League - í gjár varð hitt stóra Rom-felagið sligið út í fjórðingsfinaluni í Europa League (Mynd: EPA)
Einki norskt felag er áður komið so langt í evropeiskari kapping. Bodø/Glimt skal spæla hálvfinalur móti Tottenham 1. og 8. mai. Hesar dagarnar spæla United og Athletic Club eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald