Fótbóltur

Bodø tryggjaði sær víðari luttøku í steypakappingini

Skal spæla ein dyst í landskappingini afturat áðrenn brakið móti KÍ mikukvøldið.

(Mynd: fotball.no)

(Mynd: fotball.no)

2022-06-30 09:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir sigurin í gjárkvøldið, har KÍ vann 4-2 á NSÍ og har avgerandi málini ikki fullu fyrr enn vanliga leiktíðin var farin, kann KÍ nú síggja fram móti spennandi Champions League dystunum móti norsku meistarunum Bodø/Glimt.

Fyrsti dysturin verður á Aspmyra Stadion í Bodø mikukvøldið.

Bodø, hinvegin, hevur ein dyst eftir at spæla áðrenn teir kunnu miðsavna seg um mótstøðuliðið úr Klaksvík.

Í gjárkvøldið spældi Bodø steypadyst har tað gjørdist ein tepur 1-0 sigur móti Vålerenga.

Dysturin í triðja umfari í norsku steypakappingini varð spældur á heimavøllinum hjá Vålerenga, Intility Arena, í Oslo. Eins og í dystinum hjá KÍ var tað ikki fyrr enn í 90. minutti, at avgerðin fall.

Tað var liðskiparin hjá Bodø/Glimt, Ulrik Saltnes, sum skoraði eftir upplegg frá nigerianska áleyparanum, Victor Boniface. Ulrik Saltnes hevur spælt yvir 200 dystir fyri Bodø.

Fimm minuttir frammanundan hevði Bodø havt ein uppaftur betri møguleika at avgera dystin, tá liðið fekk brotsspark. Men ungi málverjin hjá Vålerenga, Magnus Sjøeng, bjargaði brotssparkinum hjá Ola Solbakken.

Bodø skal spæla ein dyst í Eliteseriuni nú um vikuskiftið. Tað verður á útivølli móti Odd, felagnum hjá føroyska landsliðsleikaranum, Gilla Rólantssyni.

Í Eliteseriuni liggur Bodø/Glimt í løtuni á fimta plássi við 19 stigum fyri 11 dystir. Bodø hevur enn ongan dyst tapt á heimavølli í ár. Men fýra av teimum seks heimadystunum higartil eru endaðir við javnleiki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder