Fyri einum mánaði síðani kunngjørdi ÍF fyrstu tilgongdirnar til komandi kappingarár. Talan var um klaksvíkingarnar Steinbjørn Olsen og Ólav Niclassen
Nú hevur ÍF kunngjørt meira styrk, og talan er um ein gamlan kenning. Bogi Reinert-Petersen er uppvaksin í felagnum og spældi frá 2013 til og við 2018 við besta liðnum hjá ÍF.
Í eitt og hálvt ár hevur arbeiðssami miðvallarin spælt 36 dystir fyri Víking, men nú fer hann yvirum Varmakeldueið aftur. ÍF kunngjørdi í gjárkvøldið, at ársins jólagáva til allar ÍF fjepparar er, at Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við felagið.
Bogi Reinert-Petersen saman við Georges Rouah, formanni í ÍF (Mynd: ÍF)
Bogi hevur sambært Farosoccer spælt 128 dystir í Betrideildini. Hann hevur eisini millum annað spælt í tveimum steypafinalum og í fýra Europa League-dystum.
Fuglfirðingurin verður komandi ár at síggja á miðvøllinum saman við millum annað Karl Løkin. Óvist er, um Hákun Edmundsson, ið spældi 25 dystir fyri ÍF í fjør heldur fram í felagnum.
Tað er tó vist, at Jan Ellingsgaard og Filip Djordjevic verða partur av hópinum aftur. Báðir vóru burtur seinasta partinum av farna kappingarári orsakað av innanhýsis rokið. ÍF roynir í løtuni at syrgja fyri, at Sjúrður Pauli Nielsen, leigusveinurin úr NSÍ, tekur eitt ár afturat í Fuglafirði. Tað hevur eisini verið samband millum felagið og Elias Lervig, sum altíð hevur umboðað Víking, men hvørs støða til komandi ár er ógreið.
Fótbóltur
Bogi Reinert-Petersen er aftur í ÍF
27 ára-gamli miðvallarin við 128 dystum í Betrideildini er ársins jólgáva til ÍF-fjepparar - eftir tvey ár í útlegd verður heimavøllurin hjá Boga aftur í Fløtugerði.
Bogi Reinert-Petersen hevur umboðað Víking síðani summarstegðin í fjør men skal aftur spæla í reyðum komandi kappingarár. Hann verður harvið liðfelagi við millum annað Filip Djordjevic (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-12-23 06:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald