Annað

Boksarar til Danmarkar aftur hetta vikuskiftið

Levi Hammer og David Kunoy vera við á stevnu í Helsinge í annaðkvøld.

2021-10-28 09:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur hetta vikuskiftið fara íðkarar hjá Tórshavn Boksing til Danmarkar at boksa.

Í annaðkvøld skulu Levi Hammer og David Kunoy vera við í eini stevnu í Helsinge. Levi skal møta einum boksara frá Rødovre og David einum frá Hillerød.

Leygardagin vera boksararnir við á eini venjingarlegu saman við einum stórum hópi av boksarum frá donsku boksifeløgunum Helsinge BK, Rødovre BK. SIK Fight og AK Falken. Talan er um eina venjingarlegu, sum er fyrireiking til donsku meistarakappingina, ið verður um mánaðarskiftið november/desember har tríggir føroyskir boksarar verða við, Jonathan Malaikev í 60 kilo-flokkinum, david Kunoy í 63,5 kilo og Levi Hammer í 75 kilo.

Jenny Petersen, Filip Rasmussen, Jóan Petur Olsen og Teitur Annand verða eisini við. Tórshavn Boksing roknar við, at hesir íðkararnir í komandi kappingarári eru komnir so mikið langt, at tey kunnu gera sseg galdandi eisini.

Fyrstu stóru dystir hjá hesum verða væntandi í januar, tá Tórshavn Boksing verður við á eini stórari altjóða venjingarlegu í Vordingborg, sonevnda Vordingborg Boxcamp, ið verður hildin á hvørjum ári. Hetta tiltakið hevur longu fingið tilmeldingar úr Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum, Svøríki, Estlandi og Onglandi umframt Føroyum og Danmark.

Væntandi verða einir tíggju føroyskir boksarar við til hesa stevnuna, upplýsir Tórshavn Boksing. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder