Oslo, Noreg (Portalurin): Tað er ein spenningur í luftini yvir norska høvuðsstaðnum í dag, um ein er føroyingur. Spurningurin verður settur: Fara vit at koma víðari ella ikki?
Í mun til hvat skal til, so er tað í roynd og veru einfalt: Vinna Føroyar sær stig móti Slovenia (javnleik ella sigur), so er plássið í Malmö tryggjað. Og um Sveis ikki fær fult móti Montenegro í dystinum áðrenn, so er longu sloppið - og so spæla Føroyar um stig við víðari og ikki "bara" plássið í miðumfarinum
Les meira um støðun her: Seinasta umfarið: Einki avgjørt men Føroyar hava alt í egnum hondum
EM 2026, Bólkur D
Seinasta umfar, týsdagin 20. januar
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Føroyar 3 stig (+13)
---------------------------
3. Sveis 1 stig (-3)
4. Montenegro 0 stig - úti
Tvey lið koma víðari. Trý umfør skulu spælast
Seinasta umfar í bólkinum - týsdagin 20. januar:
17.00: Montenegro - Sveis
19.30: Føroyar - Slovenia
Hægst styrkismett - nógvir skaðar
Slovenia er víðari undan dystinum í dag. Hetta eftir sigrar í dramatiskum og málríkum dystum á Montenegro (hægst skorandi endapælsdystur í søguni) og á Sveis (eftir at hava verið langt aftanfyri í langa tíð).
Tað er serliga verjuparturin hjá Slovenia, sum ikki hevur verið sannførandi, og tað er ikki so løgið. Millum annað vantar sterkasti slovenski miðverjin, Blaz Blagotinsek úr Flensburg Handewitt, og fyrsti mállverjin, Klemin Ferlin. Teir eru nakrir av mongu slovenunum, sum eru skaddir til endaspælið.
Slovenski venjarin staðfesti eisini í samrøðu við Tormóð Djurhuus í gjár, at man skuldi betra verjuspælið - umframt at nógvu skaðarnir ávirka.
Aleks Vlah, Miha Zarabec, og Jule Dolenec eru millum mongu skaddu bakspælararnir, og tað sæst, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen í viðtalu við miðlarnar í dag:
- Tað merkist, at Slovenia ikki hevur somu góðsku, tá teir skifta út. Hetta var ein styrki hjá teimum til seinasta EM-endaspæl, men sjálvandi ávirka mongu skaðarnar.
Føroyar og Slovenia spældu í allarfyrsta EM-dystinum í okkara hondbóltssøgu. Slovenar vunnu við trimum málum - tá gjørdi tað stóran mun, at omanfyri nevndi Zarabec kom á vøllin.
![]()
Tróndur Mikkelsen í dystinum móti Slovenia í Berlin - tá áttu slovenar fóru kort at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Styrki og ferð - fara fult og heilt eftir sigrinum
Føroyski hjálparvenjrin staðfestir tó, at Slovenia framvegis hevur nógva styrki. Serliga tveir spælarar skulu eftiransast - og so er tað kontraspælið.
- Teir hava tveir Barcelona-spælarar sum lyklaspælarar úr Slovenia: Domen Makuc (spælskipari) og Blaz Janc (høgri bakkur). Teir eru kvikir, og hesar skulu vit serliga ansa eftir, og vit vilja gjarna, at slovenar skjóta nógv útifrá - tí tað vilja teir ikki.
- Slovenia er eisini ógvuliga sterkt í kontraspælinum og í fyrstu bylgju. Vit skulu syrgja fyri, at teir ikki sleppa at renna skjótt fram.
Eitt stig er nóg mikið hjá Føroyum - líkamikið hvat - og eitt tap við nøkrum málum kann vera nóg mikið til pláss í miðumfarinum. Men hjá Føroyum snýr tað seg um at fara eftir tveimum stigum.
- Vit hugsa als ikki um hin dystin ella um roknistykkini men fara eftir sigrinum móti Slovenia. Tað gevur eisini stig við víðari til miðumfari, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen.
Slovenar eru víðari men spæla eisini fyri at fáa stig við til Malmö
Eins og í hinum báðum dystunum eru Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal uttanfyri dystarhópin.
Føroyar og Slovenia spæla klokkan 19.30 føroyska tíð. Fylgið við beinleiðis bloggi á Portalinum
Dagført: 15.48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald