Hondbóltur

Borce heldur fram í StÍF

52 ára gamli venjarin úr Norðurmakedonia hevur hetta kappingarárið verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF, eins og hjá hjá øllum dreingjaaldursbólkunum.

Borce Markovski hevur útbúgving innan ítrótt og heilsu og hevur nógvar royndir úr heimlandinum. Seinasta árið hevur hann myndað dreingja- og manssíðuna hjá StÍF, og tað skal 52-ára gamli norðurmakedónin eisini gera komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

Borce Markovski hevur útbúgving innan ítrótt og heilsu og hevur nógvar royndir úr heimlandinum. Seinasta árið hevur hann myndað dreingja- og manssíðuna hjá StÍF, og tað skal 52-ára gamli norðurmakedónin eisini gera komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-12 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta summar gjørdi StÍF avtalu við Borce Markovski úr Norðurmakedina. Hann hevur hetta kappingarárið verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF, eins og hjá hjá øllum dreingjaaldursbólkunum, har hann so hevur havt hjálparvenjarar afturat sær.

Í StÍF er man nøgdur við arbeiði hjá 52-ára gamla venjaranu, og nú er greitt, at hann eisini komandi ári fer at brúka nógva tíð í høllini á Skála 

- Borce er sera ágrýtin og hevur góðar fakligar førleikar og royndir. StÍF fegnast um, at avtala er gjørd við Borce fyri komandi kappingarár.

Menninir hjá StÍF síggja út til at fara at enda aftast í Burn-deildini, men í steypakappingini var liðið bert eitt mál frá at koma í finaluna.

Um venjaran skrivar StÍF annars soleiðis á heimasíðu sínari: 

- Borce Markovski er 52 ár og ættaður úr Norðurmakedonia. Hann hevur hægri útbúgving í ítrótti og heilsu. Hann hevur eisini hægstu hondbóltsvenjaraútbúgving, sum er EHF Master Coach. Hann hevur sera drúgvar og fjølbroyttar royndir sum hondbóltvenjari í Norðurmakedonia (fleiri enn 25 ár). Hann hevur verið venjari hjá kvinnuliðum í bestu deild í Norðurmekadonia við góðum úrslitum. Hann hevur eisini verið venjari hjá mansliðum í bestu deild og hjá børnum og ungum. Hann hevur verið venjari og undirvísari á hondbóltsskúla hjá hondbóltsúrmælinginum Kiril Lazarov.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder