Fótbóltur

Borgarsjórin á Eiði heldur fram í Runavík

Rógvi Egilstoft heldur fram í gulum.

Rógvi Egilstoft heldur fram í gula búnanum hjá NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rógvi Egilstoft heldur fram í gula búnanum hjá NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-05 11:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rógvi Egilstoft heldur fram við NSÍ. Hesum boðar felagið frá í dag.

Hann hevur spælt 206 dystuir í bestu mansdeildini, og harav 27 dystir fyri NSÍ.

- Tað varð ein nýggj støða hjá Rógva Egilstoft, tá hann á kommunuvalinum 10. november 2020 í stórum stíli vann valið. Hann fekk ikki minni enn fjórðu hvørju atkvøðu á Eiði. Harvið gjørdist hann borgarstjóri. Hatta hevur við sær, at hann hevur eitt starv, sum hann til eina og hvørja tíð má taka fram um fótbóltin, men tíbetur er tað soleiðis, at undir vanligum umstøðum ber eisini til samstundis at spæla fótbólt, skrivar NSÍ á heimasíðuni.

- Er tað í serligum støðum brúk fyri Rógva í Eiðis Kommunu, so kunnu vit altíð finna eina skilagóða loysn á hesum, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri hjá NSÍ við heimasíðuna hjá NSÍ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder