Hondbóltur

Borgarstjórar stuðlaðu hondbóltskvinnunum

Landsliðsspælararnir eru úr Tórshavnar kommunu og Vestmanna kommunu, og borgarstjórarnir vóru og stuðlaðu í Týsklandi.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2025-12-08 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Millum føroyingarnar sum høvdu leitað sær til Týsklands seinastu vikurnar, har kvinnulandsliðið í hondbólti hevur spælt EM-endaspæl, vóru Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

Landsliðsspælararnir eru úr júst teimum báðum kommununum og tí sótu borgarstjórarnir sjálvsagt millum áskoðararnar til miðumfarið í Dortmund og heppaðu á dugnaligu kvinnurnar. Eisini varð høvið at heilsa uppá leikararnar og siga nøkur orð.

[object Object]

--

Video: Yvirhálað á málstrikuni

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder