
Hann hevur spælt 17 U21-landsdystir og byrjaði inni í nógvum av stóru dystunum hjá KÍ í evropeiska árunum í 2023 - millum annað í dystunum móti Ferencváros og Häcken og í fyrsta bólkaspælsdystinum
Børge Petersen hevur tó bert í løtum spælt nógv í fremstu mansdeildini. Sum 23-ára gamal er skjóti og sterki miðverjin skrásettur fyri 68 Betrideildardystir á FaroeSoccer og samanlagt 89 dystir fyri besta liðið hjá KÍ.
Skaðar hava í løtum lagt meinbogar í vegin, men sterkir verjuspælarar útifrá - so sum Odmar Færø, Heini Vatnsdal og útlendingar hava spælt nógv í KÍ-miðverjuni. Harviðer Børge Petersen ikki heilt komin framat serliga ofta.
Børge var við at halda málið reitnt tvær ferðir móti ungarska stórfelagnum Ferenvárosi í 2023 - her í fyrra dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevur áður víst áhuga fyri Børga, og nú hann býr og lesur í høvuðsstaðnum - samstundis sum klaksvíkingurin ongan minutt hevur spælt fyri fremsta liðið hjá KÍ í ár, so var skiftið nátúrligt fyri allar partar.
KÍ boðaði á heimasíðu sínari í gjár frá, at avtala er gjørd millum KÍ og B36, ið ber við sær at Børge Petersen framyvir skal leika fyri B36.
- Børge hevur víst ynski um at sleppa til annað felag, í strembanini eftir meiri leiktíð, og tískil er avtala gjørd millum partarnar, at hann flytur til B36.
Venjarin hjá B36, Jákup Martin Joensen, sigur soleiðis við Fcebook-síðuna hjá B36:
- Børge er dugnaligur spælari, sum hevur víst sítt virði í fremstu røð í føroyskum fótbólti, og við honum fáa vit nakrar møguleikar afturat. Hann er somuleiðis ein íløga í framtíðina, nú B36 hevur sett eina spennandi kós fyri komandi árini.
Bogi Reinert-Petersen og Mattias Weihe Joensen hava seinastu tíðina spælt í miðverjuni hjá B36. Heini Vatsndal er darvaður av skaðum.
Børge Petersen er ikki tøkur til næsta Betrideildardyst, sum er móti NSÍ, tí flytingarvindeygað letur ikki upp fyrrenn mitt í juni. Júst NSÍ vísti sum skilst eisini áhuga fyri miðverjanum úr Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald