Í alt seks dystir eru á skránni í heyst, nú føroyska A-landsliðið við monnum fer undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping.
Føroyar eru hesaferð í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedonia.
Okkara menn byrja kappingina á heimavølli leygardagin 7. september klokkan 14, tá norðurmakedónar eru á vitjan á Tórsvølli.
FSF boðar frá, at atgonguerkjasølan til fyrsta dystin er byrjað, og fer fram í nethandilinum á fsf.fo og á atgongumerki.fo.
Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, meðan atgongumerki fyri vaksin kosta úr 100 krónum.
Næstu heimadystirnir hjá føroyska manslandsliðnum vera í oktober. Hósdagin 10. oktober spæla Føroyar og Armenia á Tórsvølli, og sunnudagin 13. oktober er mótstøðuliðið Lettland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald