Enska Premier League felagið, AFC Bournemouth, er farið at leita sær eftir nýggjum venjara. Felagið boðar í dag frá, at semja er gjørd við Scott Parker um at støðga samstarvinum. Scott Parker náddi sostatt bert at vera venjari í fýra umfør í Premier League á hesum sinni.
Felagið, sum júst er flutt upp aftur í bestu deildina í Onglandi eftir tvey ár í næstbestu deildini, var fyri dyggum smeiti um vikuskiftið, tá felagið á útivølli tapti heili 9-0 fyri Liverpool.
Eigarin av AFC Bournemouth, Maxim Demin, rósar í dag Scott Parker og hansara venjarahópi fyri eitt framúr gott arbeiði í sambandi við at tað eydnaðist felagnum at spæla seg upp aftur í Premier League. Men hann leggur afturat, at tað nú er neyðugt at lova nýggjum fólki framat.
Meðan leitað verður eftir einum nýggjum venjara til liðið, hevur Gary O’Neil tikið við sum fyribils venjari.
AFC Bournemouth liggur í løtuni beint oman fyri niðurflytingarlinjuna við trimum stigum fyri fýra dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald