Møguleikin fyri at Tom Brady kemur í Super Bowl er 47 prosent. Hetta merkir millum annað, at tað er størri møguleiki fyri, at Brady kemur í Super Bowl, enn at kurvabóltsstjørnan Stephen Curry, ein av teimum allarbestu til tað nakrantíð, skorar ein "three-pointara". Tað ger hann uppá 43,3 prosent av sínum royndum.
43-ára gamli quarterbakkurin hevur spælt heili 21 kappingarár í NFL, og í tíggju av teimum er Brady komin í finaludystin, Super Bowl, ið bert tvey av teimum 32 liðunum røkka á hvørjum ári. Fyrrverandi liðfelagin hjá Tom Brady, Stephen Gostkowski, og Mike Lodish hava spælt í seks Super Bowls. Síðani er eitt glopp upp til ógvuliga roynda mannin, ið hevur spælt í finaluni níggju ferðir hesa øldina. Tað hevur verið við New England Patriots og við Bill Belichick sum venjara. Nú skal Brady spæla í Super Bowl fyri Tampa Bay Buccaneers, sum bert fyri aðru ferð í 45-ára longu søgu felagsins er komið so langt.
Tað var við sigri í Green Bay í gjár, at "Bucs" tryggjaðu sær sæti í Super Bowl LV. Aaron Rodgers og hansara menn vóru annars favorittar, men Tom Brady og hansara álop koyrdu væl fram til byrjanina í 2. hálvleiki, tá útliðið legði seg á odda 28-10. Packers komu tó inn í dystin aftur við tveimum touchdowns í tiðja fjórðingi og minkaðu um munin niður til fimm stig. Í seinasta fjórðingini fingu liðini eitt Field Goal- trý stig - hvør. Brady og Buccaneers gjørdu nøkur mistøk í álopinum, men Rodgers og co. megnaðu ikki at gera sær dælt av tí, og harvið taptu Packers annað árið á rað í NFC Championship-dystinum (hálvfinaluni). Rodgers setti eftir dystin spurnartekin við sína framtíð, meðan Brady nú skal fyrireika seg til enn eina Super Bowl. Tað veðrur tann fyrsta nakrantíð, ið eitt lið spælir á heimavølli.
Mahomes hevur higartil havt trý fantastisk kappingarár í deildini, og 25-ára gamli quarterbakkurin kann nú vinna annað árið á rað (Mynd: EPA)
Tað er Kansas City Chiefs, ið skal spæla um Lombardi-steypið í Tampa um tvær vikur. Liðið við Andy Reid sum venjara vann í fjør Super Bowl, og aftur í ár skulu Mahomes og hinar álopsstjørnurnar spæla í ársins størsta dysti í størstu ítróttargreinini í USA. Tað tók eina løtu, áðrenn nummar 15 kom í gongd í gjár, tí Bills, sum var í sínari fyrstu hálvfinalu í 26 ár, vóru á odda 9-0, tá Cheifs-maskinan fór á rull. Verjan hjá Bills hevði einki svara uppá, hvussu óvanliga skjóti Tyreek Hiil og stóri og sterki Travis Kelce skuldu dekkast upp, og annað vikuskifiti á rað fingu teir yvir 100 yards hvør - Kelce fekk eisini tvey touchdowns. Heimaliðið skoraði tríggjar ferðir á rað í 2. fjórðingini og koyrdi sigurin trygt heim eftir stegðin.
Super Bowl verður leikt í Tampa sunnukvøldið 7. februar.
Championship Sunday - hálvfinalur
24.01
NFC-finalan: Green Bay Packers - Tampa Bay Buccaneers 26-31 (10-21)
AFC-finalan: Kansas City Chiefs - Buffalo Bills 38-24 (21-12)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald