Fótbóltur

Brandur bjargaði Helsingborg eitt stig

Brandur H. Olsen skoraði hóskvøldið sítt fyrsta mál í Allsvenskan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-24 07:28 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tað sá leingi út til, at Helsingborg IF fór at tapa tá teir í kvøld høvdu vitjan av Ørebro. Gestirnir løgdu seg á odda longu í triðja minutti. Tann leiðslan helt líka til fimm minuttir vóru leiktir av yvirtíðini, tá Brandur Hendriksson Olson javnaði til endaliga úrsliti 1-1, tá hann var fyrstur á ein leysum bólti, eftir at málverjin hevði bjarga einum stútara í fyrstu syftu.

Hetta var fyrsta málið hjá Brandur H. Olsen í bestu svensku deildini Allsvenskan.

Helsingborg IF liggur eftir tíggju umfør nummar 14 út av 16 liðum. Næsti dystur hjá Helsingborg er á útivølli móti Østersund sum liggur nummar 13 við einum stigi meira enn Helsingborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder