Fótbóltur

Brandur bjargaði NSÍ við frálíkum frísparki

FC Suðuroy hevði eitt veruligt stríðsavrik við Løkin, men tólv minuttir fyri tíð skeyt skálvíkingurin NSÍ til trý stig við einasta málinum í uppgerðini Tætti tvídysturin við KÍ heldur harvið fram.

Eins og í 1 umfari avgjørdi Brandur Hendriksson Olsen ein heimadyst við flottum frísparki, og fagnaðurin var stórur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eins og í 1 umfari avgjørdi Brandur Hendriksson Olsen ein heimadyst við flottum frísparki, og fagnaðurin var stórur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-17 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir og 27 mál. NSÍ hevði undan dagsins dysti ógvuliga góð tøl frammanfyri málinum í Betrideildini, men í tað varð tað eitt stórt baks at fáa hol á.

Uppflytararnir úr FC Suðuroy góvu risafavorittunum ein skarpan gang og vóru eisini um reppið at leggja seg á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki.

NSÍ hevði eisini sínar møguleikar, men Rasmus Olsen í FC Suðuroy-málinum átti nógvar góðar bjargingar í dag.

Tað var 0-0 til 77. minuttir vóru spældir. So gjørdi FC Suðuroy eitt óneyðugt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, nakað til vinstru.

Hetta er ikki so smart, tá Brandur Hendriksson er á hinum liðnum, og nummar 8 tok eisini av. Skálvíkingurin rakti bóltin ógvuliga væl, hann brast í stólpan og fór víðari í netið. Rasmus strekti seg, men har sá ikki út ti lat vera nakað at gera, og so kundu Brandur og hini í gulum fegnast.

[object Object]

[object Object]
Eins og í 1 umfari avgjørdi Brandur Hendriksson Olsen ein heimadyst við flottum frísparki, og fagnaðurin var stórur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Talan gjørdist um einasta málið í dystinum. Tað var ikki eitt flott leikligt avrik álopsavrik móti einum stríðsfúsum og vælskipaðum mótstøðuliði, men NSÍ hevur framvegis fult stigatal. Tað sær út til at verða ein harður tvídystur millum KÍ og NSÍ, sum hittast tvær ferðir í mai.

Sí eisini: KÍ eyðmýkti HB - Vìkingur fekk glið á

NSÍ - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
78' Brandur Hendriksson Olsen 1-0

Meira um dystin her

TB - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26' Edvin Jakobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-1
35' Mohammed Samba 1-1
72' Tummas Pauli Christiansson (Mikal Tummasarson) 2-1

Meira um dystin her

B36 - B68 1-1 (0-1)
13' Karstin Clementsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
65' Símun Sólheim 1-1

Meira um dystin her

KÍ - HB 4-0 (1-0)
15' Sjálvmál 1-0
57' Patrik Johannesen (Filip Brattbakk) 2-0
68' Jákup Biskopstø Andreasen (Patrik Johannesen) 3-0
77' Odmar Færø (Patrik Johannesen) 4-0

Meira um dystin her

Víkingur - EB/Streymur 4-1 (0-0)
53' Atli Gregersen 1-0
60' Boubacar Dabo 1-1
71' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 2-1
84' Jørgen Nielsen 3-1
90 (+3)' Sølvi Vatnhamar 4-1

Meira um dystin her 

Stigatalvan
1. NSÍ 18 stig 

2. KÍ 18 stig
3. HB 12 stig
4. B36 10 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. Víkingur 5 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder