Fótbóltur

Brandur Hendriksson aftur besti spælarin

NSÍ-miðvallarin vann heiðurin frammanfyri KÍ-áleypararnir Páll Klettskarð og Patrik Johannesen.

Systur Brand Hendriksson og starvsnevndarlimurin, Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, handaði heiðurin, áðrenn Brandur og teir vunnu 7-1 á HB (Mynd: FSF)

Systur Brand Hendriksson og starvsnevndarlimurin, Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, handaði heiðurin, áðrenn Brandur og teir vunnu 7-1 á HB (Mynd: FSF)

2025-05-04 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSf: Við átta málum – har av fýra rættuliga góðum frísparksmálum – hevur Brandur Hendriksson Olsen veruliga sett dám á føroysku kappingina higartil í ár. Og annan mánaðin á rað er skálvíkingurin í NSÍ valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum.

Brandur var eisini kosin til besta spælara í mars mánað, og tá atkvøðurnar fyri apríl vórðu taldar saman, var eingin ivi. Miðvallarin við 8 talinum á rygginum hjá runavíkingum vann rættuliga greitt. Nummar 2 og 3 gjørdust Patrik Johannesen og Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ.

Fótbóltssamband Føroya velur besta spælara hvønn mánað, í samstarvi við Hotel Brandan. Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða.

Fyri heiðurin fekk Brandur Hendriksson Olsen handað eitt gávubrøv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF.

Tað var systur Brand, Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, sum vegna FSF handaði beiggjanum prógvið upp á, at hann var besti spælari í apríl mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder