2021-02-08 22:37
Víkingur hevði í kvøld aðalfund. Greitt er, at nevndin heldur fram, og fer nú undir sítt fjórða skeið uttan útskiftingar.
Brandur Jacobsen heldur fram sum formaður í Víkingi, Ólavur Thomsen er næstformaður, Elin Vatnhamar Olsen er skrivari meðan Hanna E. Olsen, Jeffri Olsen og Jákup Poulsen eru nevndarlimir.
- At hava eina so støðufesta nevnd, skal ikki takast fyri givið, og so er tað eisini gleðiligt, at vit eru eitt av fáum feløgum í landinum, sum hava tvær kvinnur í nevndini, sigur Víkingur á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald