
Tað var ivamál, um dysturin millum Helsingborg og Djurgården í 18. umfari í Allsvenskan skuldi spælast. Í farnu viku gjørdist greitt, at Armin Gigovic hjá Helsingborg hevði fingið staðfest koronu, og í vikuskiftinum vóru fleri tilburðir staðfestir. Svenski miðlar skrivaðu, at Helsingborg hevði biðið um at fingið útsett dystin móti Djurgården, men hann varð leiktur seinnapartin.
Hetta skuldi vísa seg at verða gott fyri teir í reyðum. Útiliðið kom á odda á Olympia leikvøllinum tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, men leðislan hjá høvuðsstaðarfelagnum helt bert í fýra minuttir. Síðani javnaði Rasmus Jönsson, og mál frá Anthony van den Hurk og Alhaji Gero tryggjaðu sigurin.
Brandur Hendriksson Olsen spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum, og í annaðkvøld venur skálvíkingurin á Tórsvølli saman við landsliðsliðfeløgunum. Tað er fyrsta venjingin fram ímóti Nations League-dystinum á Tórsvølli hóskvøldið, tá Malta vitjar.
Helsingborg - Djurgården 3-1 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald