Í sínum 17. dysti í bestu svensku deildini skoraði 24-ára gamli miðvallarin úr Skálavík sítt annað mál fyri Helsingborg. Talan gjørdist tó um stokkuta gleði hjá Brandi Hendrikssyni Olsen og liðfeløgunum.
Helsingborg kom tíðliga afturum móti Mjallby í Hällevik, men tíggju minuttir fyri hálvleik rann Brandur inn í brotsteigin, tá hann sansaði, at eitt innlegg var á veg úr vinstru. Tað møtti landsliðsleikarin við sínum vinstra fóti, og bólturin varð fluktaður niður í longra málhorn.
Tíðliga í 2. hálvleiki kom útiliðið á odda, og nakrar minuttir seinni, eftir 57 minuttir, varð Brandur Olsen skiftur út. 2-2 málið kom í 72. minutti, og í yvirtíðini avgjørdi heimaliðið dystin.
Harvið hevur Helsingborg framvegis 21 stig. Trý stig eru upp til IFK Göteborg og bjargingina. Sjey umfør eru eftir at leika í Allsvenskan.
Brandur Hendriksson venur í morgin saman við landsliðsliðfeløgunum í Herning. Tað er fram ímóti dystinum móti Danmark mikudagin. Tað skal Meinhard Egilsson Olsen eisini. Kantspælarin spældi í dag 92 minuttir í 2-1 sigrinum hjá GAIS á útivølli í Ljungskile. Hetta var fimti sigurin hjá GAIS seinastu seks dystirnar í næstbestu svensku deildini, og átta stig eru niður til strikuna.
Fótbóltur
Brandur skoraði frálíkt mál í Helsingborg-ósigri
Landsliðsmiðvallarin javnaði fyri lið sítt, ið seinni kom á odda, men sum síðani blakaði alt burtur uttan Brand á vøllinum. Helsingborg er undir niðurflytingarstrikuni í Allsvenskan, meðan Meinhard og GAIS nú eru í góðum skørum í Superettan.
Savnsmynd: Sverri Egholm
2020-10-04 20:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald