Fótbóltur

Brasil - Argentina støðgaður eftir færri enn tíggju minuttir

Tað vóru heilsumyndugleikarnir í Brasil, ið saman við løgregluni komu inn á vøllin. Teir vildu hava fatur á fýra argentinskum leikarum, ið sambært teimum skuldu sitið í sóttarhaldi. Partarnir peika eftir hvør øðrum, argentinar eru farnir til Buenos Aires, og óvissa er um dystin.

Lionel Messi, Neymar og hinir sluppu ikki at spæla leingi í Sao Paolo í gjár (Mynd: EPA)

Lionel Messi, Neymar og hinir sluppu ikki at spæla leingi í Sao Paolo í gjár (Mynd: EPA)

2021-09-06 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint undir tveimum mánaðum síðani lyfti Argentina Copa America-steypið á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Í gjárkvøldið hittust suðuramerikonsku risarnir aftur, men tað varð talan um eina stutt uppgerð í Sao Paolo. 

Í 7. minutti komu knappliga nógvir mans í klædningini inn á vøllin, og nakað av roki varð stutt innanfyri síðulinjuni. Tað vóru fyri tað mesta umboð fyri Anvisa, ovasta heilsumyndugleikanum í landinum, ið komu inn og støðgaðu dystinum. Umboð fyri løgregluna í Sao Paolo vóru eisini har.

Tað snúði seg um at fáa Emiliano Martinez, Emiliano Buendia, Cristian Gabriel Romero og Giovani Lo Celso av leikvøllinum. Sambært heilsumynduleikunum høvdu hesir, saman við argentinska fótbóltssambandinum, tilætlað brotið sóttarhaldsreglurnar og givið skeivar upplýsingar. Teir fýra leikararnir, harav tríggir vóru inni á vøllinum, spæla til dagliga í Onglandi, og tað í Brasil kravt sóttarhald, tá komið verður úr Stórabretlandi. Tað endaði við, at dysturin var avblástur, og at allir argentinarnir fóru av vøllinum og heilt skjótt aftur til Argentina. Nær dysturin verður spældur liðugur, ella um hann yvirhøvur verður tað, er óvist.

[object Object]
Heilt løgin støða í Brasil (Mynd: EPA)

Sambært heilsumyndugleikunum, vórðu argentinar kunnaðir um, at hesir leikararnir ikki kundi spæla, fundir hava verið og argentinska fótbóltssambandið og leikararnir hava ikki víst virðing fyri heilsumyndugleikunum og reglugerðini.

Lionel Messi vísti í løtunum eftir hendingina á, at argentingar komu til landið tríggjar dagar áðrenn dystin, og at myndugleikarnir harvið høvdu allar møguleikar til at handfara støðuna áðrenn dystin. Samumtikið eru argetinar ógvuliga ónøgdir við støðuna, og tað varð skumpað eitt sindur á vøllinum. Anvisa vísir á, at teir komu á gistingarhúsið og skuldi syrgja fyri, at Martinez, Buendia, Romero og Lo Celso fóru í sóttarhald ella av landinum. Men tá var liðið farið til leikvøllin, og orsakað av nógvum trafikki

Hvørjar avleiðingar margháttiliga støðan fær fyri partarnar er framvegis óviss. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder