Á einum fyltum Maracana-leikvølli í Rio de Janeiro hittust Brasil og Peru kl.16.00 lokala tíð. Peru hevði vunnið kappingina tvær ferðir í søguni og var í finaluni fyri fyrstu ferð í 44 ár. Brasil var har fyri fyrstu ferð síðani 2007 og kundi vunnið á níggunda sinni. Brasil var stórfavorittur, og livdi eisini upp til hetta.
Eftir eitt korter kom hol á. Eftir tolið upppæl fekk Gabriel Jesus bóltin í høgru síðu og eftir eitt gott trekk, slapp hann at leggja innfyri til ein frían Everton, sum legði heimaliðið á odda. Everton varð kosin til besta unga leikara í kappingini. Hann varð eisini deildur toppskjútti við Guerrero. Brasil hevði gott tamarhald á, men í 44. minutti javaði Peru, eftir at brotsspark varð dømt ímóti Thiago Silva. Hetta var fyrsta málið skorað ímóti vertunum í kappingini, og tað var liðformaðurin Paolo Guerrero, sum var tryggur úr ellivu metrum. Tað var tó til fánýtist, tí áðrenn liðini fóru liðini til hálvleiks, fekk Brasil leiðsluna aftur. Firmino vann bóltin sera væl, Arthur trekti væl og fann Jesus við frálíkari alvering, og áleyparin var sera tryggur.
(Gabriel Jesus fekk ein høvuðsleiklut við málið og útvísing; her fegnast hann um 2-1 málið saman við Everton - Mynd: EPA)
Peru royndi at fáa enn eitt útjavnandi mál men hevði ilt við at skapa opnar møguleikar, eisini hóast Brasil spældi við tíggju monnum seinastu tjúgu minuttirnar eftir at Gabriel Jesus fekk sítt seinna gula kort. Ístaðin lukkaði Richarlison dystin við brotssparkið í yvirtíðini. Í báðum støðunum kom VAR í fokus. Brasilanar kundu tó vera líkaglaðir, og teir í gulum og bláum kundu stórfegnast saman við sínum áskoðarum eftir seinasta bríksl. Fyrsta steypið í 12 ár hevur nógv at siga hjá landinum við stoltu fótbóltssiðvenjuni.
Høgri bakkurin og liðformaðurin hjá Brasilia, Dani Alves, varð kosin til besta leikara í kappingini. 36-ára gamli leikarin hevur verið ógvuliga støðugur, og talan var um steyp nr. 40 hjá Alves í sínari yrkisleið.
Copa America finalan
Maracana, Rio De Janeiro - 07.07
Brasil - Peru 3-1 (2-1)
15' Everton 1-0
44' Paolo Guerrero 1-1
45(+3)' Gabriel Jesus 2-1
90 Richarlison (br.) 3-1
Fótbóltur
Brasil sigraði á heimavølli
Landið vann sítt níggjunda Copa America-heiti við 3-1 sigri í finaluni á Peru í gjárkvøldið.
Brasilumenn kundu fegnast í Rio De Janeiro - Mynd: EPA
2019-07-08 06:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald