Hondbóltur

Brasil skakaði Noreg

Noreg var greitt á odda eftir fyrstu løtuna í Bærum, men tað endaði við einari marrubyrjan fyri eitt av vertslondunum. Ísland og Svøríki seta hol á sítt HM í kvøld, og Danmark spælir aftur í Herning.

Venjarin hjá Noreg, Jonas Wille, hevur nógv at hugsa um - her í EM-endaspælinum í fjør har ein av heiðursmerkjafavorittunum eisini púra óvæntað misti stig (Mynd: EPA)

Venjarin hjá Noreg, Jonas Wille, hevur nógv at hugsa um - her í EM-endaspælinum í fjør har ein av heiðursmerkjafavorittunum eisini púra óvæntað misti stig (Mynd: EPA)

2025-01-16 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á øðrum degi í HM-endaspælinum, mikudagin 15. januar, kom fyrsti veruligi skelkurin.

Egyptaland, Kroatia, Niðurlond, Týskland og Portugal vunnu favorittsigrar. Tað var heldur óvæntað, at Sveis megnaði javnleik móti Kekkia og at Norðurmakedónia fekk eitt stig móti Ungarn, men ikki nær námind so óvæntað sum tað, ið hendi í Unity leikhøllini í Bærum.

Noreg legði annars út sum eitt óløgi í Oslo útryðjuni. Tað varð skjótt 4-0, og tað var 7-2 eftir níggju og ein hálvan minutt: Álopið koyrdi sum smurt, Torbjørn Bergerud var stinnur í málinum, og so tók Brasil leikbrá. 

Eftir hetta vann Brasil seg meira inn á vertirnar, og í steðginum var 14-12. Noreg misti takið, og seinastu tjúgu minuttirnar vóru meistararnir úr Suðuramerika omaná móti stórfavorittunum. Tað endaði 26-29, og í Noreg verða orð sum "fiasko" nýtt

[object Object][object Object]
Eitt ár og tveir dagar eftir norsku marruna móti Føroyum í Berlin, upplivdi norðmenn aftur eina ógvuliga tunga løtu í einum endaspælsdysti (Myndir: Sverri Egholm)

Vinnur Noreg móti USA ella Portugal burdi eitt pláss í meginumfarinum verið tryggjað, men tað skulu helst tveir sigrar til restina av vikuni, fyri at útgangsstøði skal vera gott fyri at koma til fjórðingsfinalurnar.

Dystirnir í gjár:

Bólkur A (Herning) - mikudagin 15.01
Kekkia - Sveis 17-17
Týskland - Pólland 35-28

Bólkur D (Kroatia) - mikudagin 15.01
Niðurlond - Guinea 40-23
Ungarn - Norðurmakedónia 27-27

Bólkur E (Noreg) - mikudagin 15.01
Portugal - USA 30-21
Noreg - Brasil 26-29

Bólkur H (Kroatia) - mikudagin 15.01
Egyptaland - Argentina 39-25
Kroatia - Bahrain 36-22

Øll hesi liðini spæla aftur í morgin, fríggjadagin 17.01.

-------------------------------------------------------

Eftir fyrsta skelkin í HM-endaspælinum eru aftur átta dystir í dag. Tveir teir seinastu bólkarnar skulu í gongd; í einum teirra er Svøríki og í hinum Ísland. Bæði tey eru stórir favorittar til kvøldsins dystir.

Tað er Danmark eisini til sín anann dyst í kappingini. Hetta hóast Rasmus Lauge ikki spælir, og Thomas Arnoldsen er ivasamur. Danir vunnu við heili 25 málum á Algeria týskvøldið, og nú bíðar enn eitt norðurafrikanskt mótstøðulið í Herning: Tunesia.

Bólkur F (Noreg) - byrjar í dag, hósdagin 16.01
Spania
Svøríki
Japan
Kili

17.00: Spania - Kili
19.30: Svøríki - Japan

Bólkur G (Kroatia) - byrjar í dag, hósdagin 16.01
Slovenia 
Ísland
Kuba 
Kap Verde

17.00: Slovenia - Kuba
19.30: Ísland - Kap Verde

Bólkur B (Danmark): 
Danmark 2 stig
Italia 2 stig
Tunesia 0 stig 
Algeria 0 stig

17.00: Italia - Algeria 
19.30: Danmark - Tunesia 

Bólkur C (Kroatia):
Frakland 2 stig
Eysturríki 2 stig
Kuwait 0 stig
Katar 0 stig

17.00: Frakland - Kuwait 
19.30: Eysturríki - Katar 

Øll dystarskráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder