EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, um at spæla við EB komandi kappingarár, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Talita er útbúgvin fysioterapeutur og kemur úr býnum Ponte Nova, sum liggur á Eystursíðuni tætt við stórbýðin Belo Horizonte. Hon hevur spælt meginpartin av síni hondbóltyrkisleið í Brasil, har hon millum annað hevur verði við til at vinna tvey brasilsk meistaraheiti.
Í 2020 kom Talita til Evropa at spæla - fyrst í Turkalandi, síðani í Spanien. Síðsta kappingarár spældi hon við rumenska liðnum Baia Mare.
Talita er partur av Brasilianska bruttolandsliðshópinum. Hon hevur spælt 10 landsdystir og var partur av brasilianska liðnum, sum endaði á 6. plássi til HM í 2021. Í løtuni fyrireika tær seg til Pan amerianska meistarheitið í oktober og HM í november-desember 2023.
Umframt at spæla kemur hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá ungdómsleikarunum hjá EB, skrivar felagið.
EB leggur út í SMS-deildini sunnudagin 10. september við heimadysti móti StÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald