Fótbóltur

Brasilski Willian til Arsenal

Nú fyrrverandi Chelsea-leikarin skal styrkja miðvøllin hjá the Gunners.

(Mynd: arsenal.com)

(Mynd: arsenal.com)

2020-08-14 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

London felagið Arsenal hevur nú tryggjað sær brasilska miðvallaleikaran, Willian.

Í dag varð staðfest, at 32 ára gamli brasilin hevur skrivað undir ein trý ára sáttmála við Arsenal eftir at sáttmálin við Chelsea nú er runnin út.

BBC skrivar, at Chelsea bjóðaðu Willian at leingja sáttmálan, men at hetta ikki varð gingið á møti.

- Eg trúgvi uppá, at Willian er ein leikari, ið veruliga kann gera mun hjá okkum, sigur venjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta, sum vísir á, at felagið hevur havt eina greiða ætlan um at styrkja álopskenda miðvøllin og plássini úti á veingjunum.

Willian spældi 339 dystir fyri Chelsea eftir at hann kom frá russiska felagnum Anzhi Makhachkala í 2013 fyri 30 milliónir pund. 

placeholder
placeholder