Leygarkvøldið endaði fyrsta vaksnamanna-HM hjá føroyskum hondbólti. Føroysku kvinnurnar hava seinastu tíðina veruliga gjørt vart við seg í Týsklandi - serliga við sigri á Spania og javnleiki móti Serbia.
Sí eisini: - Vit hava fingið meira burturúr, enn vit høvdu droymt um
Í januar eiga menninir aftur tørn, og tað stundar til, at hópurin fer at savnast til fyrireikingarnar.
Endaliga hópurin skal tó fyrst kunngerast. Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum, segði í Degi&Viku mánakvøldið, at hetta "fór at vera fyrsta dagin".
Sum skilst verður hetta kunngjørt í dag, týsdagin 9. desember, og ikki ov langt út á dagin.
Helst fáar broytingar
Sum Portalurin skilur, so verður talan um ein hóp við 18 spælarum; eins og HM-hópurin hjá kvinnum. Til EM-endaspælið í Berlin vóru 19 mans við Peter Bredsdorff-Larsen og toymi.
Hjá monnunum týðir einki uppá, at tað verða fleiri enn tveir málverjar við. Pauli Jacobsen, liðformaður, og Aleksandar Sasha Lacok spældu í øllum dystunum í EM-undankappingini, og síðstnevndi hevur tikið við eftir skadda Nicholas Satchwell.
Í mun til EM í 2024, er júst Nicholas Satchwell tann einasti, sum ikki er tøkur vegna skaða. Peter Krogh hevur tó verið uttanfyri tað mesta av 2025. Verjuskansin er byrjaður aftur at spæla í H71, men tað er ósannlíkt, at Peter Krogh verður mettur at vera til reiðar til EM í næsta mánaða. Hallur Árason hjá Aftureldning, sum var við til dystirnar móti Niðurlondum í mars, er skaddur.
Bjarni í Selvindi (øksl) og Tróndur Mikkelsen (knæ) hava verið darvaðir av skaðum í seinastuni, men fyrstnevndi er byrjaður at spæla dystir aftur fyri Val í Íslandi, og Tróndur Mikkelsen skal sum skilst spæla aftur í Svøríki í vikuni. Hann verður týðandi fyri serliga vejupartin hjá Føroyum - um Bjarni verður fullbirgur, so bendir alt á, at hann skal til sítt fyrsta endaspæl. Skálamaðurin var ikki við til EM 2024, men var við í allari undankappingini til hetta endaspælið.
![]()
Nakað av ivamál hevur verið um Trónd Mikkelsen, sum ikki hevur spælt seinasta stóra mánaðin og ikki var við til Golden League-fyrieikingarkappingina. Skanningarnar vóru tó góðar, og Tróndur skal eftir ætlan til Karlskrona í vikuna - her í undankappingarsigrinum í Noreg her
Sum heild kann eingin stórvegis broyting væntast, í mun til bakspælarar. Kjartan Johansen var plágaður av skaða í sambandi við so at siga allar undandystirnar men spældi við í Golden League-fyrireikingarkappingini í oktober. Royndi strandingurin á høgra bakki er besta boðið uppá tann áttanda bakspælaran - í mun til teir sjey sum vóru við alla undankappingina, og í mun at man vanliga hevur sjey á einum dómaraseðil til dyst - uttan so at venjararnir velja at royna okkurt nýtt.
Føroyar kunnu eisini velja at hava ein "eyka bakspælara" (t.v.s níggju) heldur enn fýra strikuspælarar/miðverjarar. Á tí plássunum mann eingin ivi verða um, at Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalsson og Ísak Vedelsbøl koma við til EM. Um tað verður ein fjórði, so man tað verða Helgi Hildarson Hoydal, ið júst var tað til Golden League. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður seinasta stóra árið, var ikki við til nakran undankappingardyst, men kann hava stóran týdning við sínum royndum, vilja, leiðaraevnum og evnum sum onnur strikan í 7 móti 6.
Í Golden League vóru tríggir spælarar til plássið á vinstra vongi. Umfamt fyrsta valið, Leiv Mortensen, vóru Rói Berg Hansen og Pauli Høj við í Trondheim. Báðir eru uppvaksnir í Neistanum og hava ymiskar dygdir. Rói er tann royndi og snildi sum pískar hinar upp og kennir alt til landsliðshondbólt - og at skora tá á stendur. Hann er tó í løtuni tann landsliðsspælarin, ið spælir á lægsta stigi (triðbestu donsku deildini) Pauli hevur viðgongd hjá oddaliðnum í næstbestu norsku deildini, kann hótta á ymsan hátt og hevur eisini eginleikan at dekka ymiskt í verjuni. Janus Dam Djurhuus hevur áður bjóðað seg fram á plássinum, men skaði í hondini hevur órógva hansara hálvu í Danmark: Her stendur valið helst millum roynda og minni roynda Neistamannin.
Føroyski hópurin savnast í Føroyum um jóltíðir - fyriuttan teir sum hava dystir millum jól og nýggjár. Venjingardystir móti Italia verða spældir 9. januar og 11. januar 2026, og farið veður til Oslo 14. januar - har verður fyrsti dysturin (Sveis) fríggjakvøldið 16. januar
Meira seinni
-----------------------------------------------------
Seinasti A-landsliðshópurin hjá monnum - Føroyski hópurin til Golden League:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)
Bakkar:
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF *
Høgni Heinason, H71 *
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR) *
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71 **
*Fyrstu ferð á A-landsliðnum
** Kom við ístaðin fyri Trónd Mikkelsen, sum noyddist at geva avboð vegna skað í knænum.
Bjarni í Selvindi var skaddur, tá fyrireikingarkappingin var.
Listin beint omanfyri er tann til Golden League - ikki tann til EM. Hann verður nakað styttri og kunngjørdur seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald