placeholder
Fótbóltur

Brentford bjóðar Eriksen sáttmála

Bjóðar dananum hálvárs sáttmála við møguleika fyri leinging.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-17 18:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið Brentford hevur bjóða dananum Christian Eriksen hálv árs sáttmála við forkeypsrætti til leinging í eitt ár afturat.

Tað er virdi bretski miðilin, The Athletic, sum skrivar um henda áhugan hjá Brentford at fáa fatur á dananum.

29 ára gamli Christian Eriksen er sáttmálaleysur eftir at semja varð gjørd við við italska Inter um at siga sáttmálan upp.

Chsitian Eriksen fekk hjartastøðg undir EM dysti móti Finnlandi 12. juni, og hevur síðani ikki spælt nakran fótbóltsdyst. Orsøkin til, at hann ikki kundi halda fram í Inter er, at í Italia er ikki loyvt spælarum við hjartakvikli at spæla.

Fyrr í mánaðinum tosaði Eriksen við DR um sínar ætlanir um at taka fótbóltsspælið uppaftur, og hann sagði at hann hevur sum mál at spæla seg á danska landsliðið, sum skal spæla HM í Katar komandi vetur.

Brentford hevur frammanundan fleiri danir á liðnum. Høvuðsvenjari er eisini dani, Thomas Frank.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder